Foreldraráðið

Viðtøkur fyri foreldraráðið í Barnahúsinum IMBA

§1. Endamál
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðara og stovnin, vøggustovuna, barnagarðin, frítíðarskúlan og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið í millum heim, foreldur, stovn og kommunu.
Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

 

Á fundi 17.11.2016 skipaði foreldraráðið í  Imba seg.

Formaður: Beinta Lind Sørensen telefon: 222641   beintalinds(at)hotmail.com

Næstformaður: Elsebeth Poulsen telefon 274174   elsebethpoulsen91(at)gmai.com

Skrivari: Hendrik Akurstein telefon 590313             hendrikakurstein(at)gmail.com

Eyka umboð: 1. Julianna Olufson

Eyka umboð: 2. Rúni Ludvig

Innkomin mál : at maturin børnini fáa frá stovninum átti at veri  sunnur og ósøtaður.

Vit tosaðu aftur og fram um hetta evni, øll høvdu ikki somu áskoðan.

Leiðarin greiðir frá: at vit í Imba leggja okkum eftir at børnini mest gjørligt fáa sunnan mat, vit eta rugbreyð, onkuntíð bollar, havragreyt, havragrýn og enn kornflakes til morgunmat. Til viðskera hava vit margarin, ost, livurposteik og banan. Vit gera bollar við havra í og onkuntíð rug eisini,  vit hava tikið súltutoy og sukur av morgunmatarborðinum og so vítt gjørligt eisini av millummálaborðinum, eisini hava vit tikið støðu til at keypa ósøtað jogurt. Annars hava vit tosa um at vøggustovubørn eiga ikki at fáa søtmeti, vit royna at vera ansin um matin vit bjóða børnunum. Annars baka vit í Imba av og á kaku og pannukakur, men er hetta mett til einaferð um mánaðin.   Vit hava ikki tikið støðu til at vit í Imba eru ein heilt ósøtaður stovnur, men vit vanda okkum um hvussu vit brúka søtmeti og til hvønn.  

Um onkur hevur eitthvørt at heita foreldraráðið á, vinarliga geri tað skrivligt til formannin.

 

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007/ 735899
t-post:hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn