Fótbóltsvøllur

Fleiri í Hvannasunds kommunu dáma væl at spæla fótbólt, men umstøðurnar til tað hava ikki verið góðar.

Tí gjørdi kommunan av at fara undir at gera ein fótbóltsvøll við skúlan. Til støddar er vøllurin sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og Fótbóltssambandið hevur góðkent vøllin soleiðis, at yngru deildirnar, sum kappast á hálvum vølli, kunnu brúka hann. Graslíkið er lagt á, og umstøðurnar at spæla eru tí framúr góðar.

Tað er ikki sannlíkt at hugsa sær, at vit í bræði fáa eitt fullmannað fótbóltslið í Hvannasunds kommunu, men nýggi fótbóltsvøllurin gevur íbúgvunum møguleika at spæla bólt uttan at fara av bygdini.

Vónandi fáa øll – bæði stór og smá – gagn av vøllinum.

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn