Gerandisdagurin

Barnahúsið Imba er opið hvønn gerandisdag, frá kl. 7:30 til 17:00 

Vit byrja dagin í vøggustovuni ( Lítladali ) við morgunmati, sum er til kl. 9:00, tá verður tikið av borðinum og rudda upp.
Kl. 9:40  hava vit felags morgunmøti, syngja og biðja faðirvár.

Kl. 09:55 fara barnagarðsbørnini og forskúlabørnini inn á sína stovu, vøggustovubørnini eru eftir á síni stovu. 

Síðani byrja aktivitetir hvør sær.

Seinnapartin kl. 15:45 leggja vøggustovan og barnagarðsstovan samanaftur og frítíðarskúlabørnini koma eisini inn kl.16:20, har vera børnini til tey vera avheinta.

Uppmøting:

Ringi í góðari tíð og sigi frá, um barn tykkara kemur seinni enn kl. 10:00, hevur frí, ella er sjúk. So vit kunnu fáa, sum mest burturúr fyrrapartinum.

Tað hevur stóran týdning fyri børnini og okkum starvsfólk, at hesar tíðir vera yvirhildnar, so vit fáa fyrireika dagin út frá tí.

Frá kl. 10:00 byrja okkara felags spæli og læriløtur, har vit líka sum ein skúli fara til okkara ymisku læru og spæli støð, og vit vaksnu eru tøk til tað, ið skal fara fram á stovninum, nú eru øll komin.

Men um tit ikki eru komin kl. 10:00, royni so at koyra barni friðarliga inn til ein vaksnan, tá tit foreldur og barn, hava klemmast, mussast og sagt síggjast í gongini, tí tá eru spæli og læri løtur byrjaðar fyri tey, ið eru komin og gott er um ikki verður órógva av at vit vaksnu fara at práta.

Eru vit farin av stovninum, mugu tit sjálvi koma við barninum har vit eru, vit kunnu ikki ringja og siga frá hvar vit fara, okkurt hugskot til túr kann koma, og síðani fara vit. Hava vit telefon við kunnu tit ringja og spyrja hvar vit eru, vit skriva á talvuna í gongini hvar vit fara og eru, um vit fáa tíð til tess, vit hava næstan altíð telefon við.


Avlevering:
Tá tit koma við barninum, hanga tit yvirklæðir í gardropuna og leggja matpakkan í køliskápi, ella á borði við síðuna av køliskápinum.
Komi inn á stovuna við barninum. Tá tit eru klár at fara, avstað, avlevera tit barnið til onkran vaksnan, mussa, vinka og siga síggjast seinni.

Minnist til ongantíð at sníkja tykkum avstað, uttan at vinka ella at siga farvæl. Tí tað hjálpir ikki barninum, men ger tað ofta verri fyri barnið







Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn