Fótbóltsvøllur


Fleiri í Hvannasunds kommunu dáma væl at spæla fótbólt, men umstøðurnar til tað hava ikki verið góðar.


Tí gjørdi kommunan av at fara undir at gera ein fótbóltsvøll við
skúlan. Til støddar er vøllurin sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og
Fótbóltssambandið hevur góðkent vøllin soleiðis, at yngru deildirnar,
sum kappast á hálvum vølli, kunnu brúka hann. Graslíkið er lagt á, og
umstøðurnar at spæla eru tí framúr góðar.


Tað er ikki sannlíkt at hugsa sær, at vit í bræði fáa eitt
fullmannað fótbóltslið í Hvannasunds kommunu, men nýggi
fótbóltsvøllurin gevur íbúgvunum møguleika at spæla bólt uttan at fara
av bygdini.


Vónandi fáa øll – bæði stór og smá – gagn av vøllinum.