Innbjóðing til kunningarfund

 Kunnandi
fundur um arbeiði í tunlunum Norður um Fjall




















FERÐSLUTRYGD:
Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum
tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina,
meðan arbeitt verður. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi um innihaldið
í verkætlanini, og hvussu hetta arbeiðið fer at ávirka ferðsluviðurskiftini í
tunlunum.



Virksemið norðan fyri
tunlarnar Norður um Fjall er økt munandi seinastu árini. Hetta hevur millum
annað við sær, at neyðugt er at økja um el-orkuna í økinum. Tí fer SEV komandi
mánaðirnar  undir arbeiðið at leggja el-kaðlar
gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Talan er um eitt heldur krevjandi arbeiði,
sum tekur tíð, og sum tískil eisini fer at ávirka ferðsluna í tunlunum.
Arbeiðið byrjar hálvan oktober og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir. Í
hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, meðan arbeitt verður millum klokkan
23.00 á kvøldi til 05.30 á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl.
01.00.  



Í sambandi við
fyrireiking av arbeiðinum eru serligar trygdarætlanir gjørdar fyri arbeiðið,
soleiðis at trygdin í tunlunum  verður
minst møguliga ávirkað , meðan arbeitt verður. Hvørja nátt verður tyrvt út yvir
aftur grevsturin, og vegurin verður somuleiðis javnan vaskaður, soleiðis at
ferðslan um dagin verður minst møguliga nervað av arbeiðinum. Tá arbeiðið er
liðugt, verður øll vegbreiddin asfalterað av nýggjum.



Kunnandi fundur í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli


Skipað verður fyri kunnandi fundi um hetta arbeiðið mikudagin 27. september kl. 19.00 í Skúlanum á Fossanesi í
Norðdepli, har umboð fyri SEV, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og
tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Endamálið við fundinum er at geva
øllum áhugaðum innlit í verkætlanina, hví hetta arbeiðið er neyðugt at fara
undir júst nú, og eisini at geva øllum innlit í tíðarætlan fyri verkætlanina og
broyttu ferðsluviðurskiftini í tunlunum hetta tíðarskeiðið.



Skrá

KL. 19.00:   Vælkomin: Umboð fyri kommunurnar

Kl. 19.15:     Verkætlanin: SEV

Kl. 20.00:     Ferðslutrygd og –viðurskiftir: Landsverk



Aftaná ber til at gera
viðmerkingar og seta spurningar.



Øll áhugaði eru vælkomin.