Kunngerð um broyting í byggisamtykt fyri økismark millum B og E3 øki í Hvannasundi.

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18.
mars 2013, verður við hesum broytingaruppskot framlagt til eftirlits.

Talan er um broyting av part av matr. nr 66a og matr.
nr. 68, sum nú er avsett til Neystaøki, sum nú verður broytt til bústaðarøki.

 

Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi á
kommunuskrivstovuni og
www.hvannasund.fo
frá 14. juni 2018 til og við 5. juli 2018.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda
Hvannasunds kommunu skrivliga í seinasta lagi 26. juli 2018.

 

Hvannasund 14. juni 2018

Hvannasunds Kommuna