Nýggjárbál 2018

 

Her er vegleiðing
til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum.
Øll bál skulu skrásetast hjá Sløkkiliðnum.


Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum.


Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni, sum er tøk her.


Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga
atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í
íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður
brent nærhendis bústað.


Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í
eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann
brennast.


Hetta er loyvt at brenna:


·       Reinur og turrur óviðgjørdur viður


·       Ólitað pappír og papp


·       Jóla­trø og annað grann


 


Hetta er ikki loyvt at brenna:


·       Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)


·       Viðgjørdur og málaður viður


·       Sagu­spønir og spønplátur


·       Húsarhaldsburturkast


·       Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)


·       Klæðir, leður og annað


·       Mjólkarpakkar


·       Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)






Vegleiðing:

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSd44xvDmbO5mbf-9Np_QXycXDLMskObCmCxQ7k5QdhPug8Cdg/viewform?fbclid=IwAR2AGKrsenDOvaID8IYJHjXp9cBonSjba2-A9_xlQ5qDcKajFN5J3cscxkU