Kommunustýrisskipan

Kommunustýrisskipan fyri Hvannasunds kommunu

1. partur : Bygdaráðið


§ 1
Bygdaráðið hevur 5 limir, ið verða valdir eftir teim til ein og hvørja tíð galdandi reglum í

Kommunalu vallógini.

§ 2
1.petti.   Samsvarandi reglunum í kommunstýrislógini velur bygdaráðið við meiriluta ein borgarstjóra fyri alt valskeið bygdaráðsins. Borgarstjórastarvið er parttíðarstarv við 5/16 setanarbrøki. Eisini velur bygdaráðið ein varaborgarstjóra.

2. petti.  Um borgarstjórin av eini ella aðrari orsøk hevur forfall, røkir varaborgarstjórin borgarstjórastarvið. Varir fráveran meira enn 2 mánaðir, skal bygdaráðið velja fyribils borgarstjóra í hansara stað vil gildi, til fráveran heldur uppat.

§ 3
Bygdaráðið samtykkir eina fundarskipan, ið m.a. ásetur nærri reglur um fyrireiking, fundarboð, hvussu fundir skulu haldast og málsvmannagongd o.a.

§ 4
1. petti.  Bygdaráðið tekur avgerð um, nær og hvar vanligir bygdaráðsfundir skulu vera. Við byrjanini av hvørjum álminakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, ið vanliga verður nýttur í kommununi. Bygdaráðið hevur almennan fund vanliga eina ferð um mánaðin.

2. petti.  Eykafundir verða hildnir, tá ið borgarstjórin heldur tað verða neyðugt, ella um 1/3 av limunum krevur tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundirnir skulu vera, og um høvi er til tess, verða hesir almannakunngjørdir.

3. petti.  Limur, ið hevur tørv at fáa upplýsingar og tekniskan stuðul frá kommunalu fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðina, fær hesa við at venda sær til borgarstjóran ella skrivaran.

2. partur: Borgarstjórin


§ 5
1. petti.  Nærri reglur um virksemi borgarstjórans verður ásettar í kommunustýrisskipanini, sambært § 22 í kommunustýrislógini.

§ 6
1. petti.  Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hetta er lýst í kapittul 4 í kommunustýrislógini, og eru uppgávur hansara m.a. hesar:

-         hevur dagliga leiðslu av kommunalu fyrisitingini,
-         býtir málini út til tær ymisku nevndirnar,
-         tekur sær av málum, sum ikki fara í nakra nevnd,
-         gevur fundarboð,
-         fyrireikar bygdaráðsfundir,
-         kunnar bygdaráðslimir um, hvørji mál koma fyri fundin,
-         leggur mál og málsupplýsingar fram við eini hóskandi tíðarskeiði, so at bygdaráðslimir kunnu gera sær sína egnu meting um málið,
-         boðar frá, hvørji mál eru stovnaði síðani síðsta fund,
-         ansar eftir, at mál, ið krevja bygdaráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin,
-         sær til, at málini verða avgreidd og um neyðugt gera fyriskipan um hetta,
-         tekur avgerðir í málum, ið ikki tola at býða og har eingin orsøk er til iva,
-         ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum bygdaráðsins,
-         ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðugu játtan og
-         saman við einum persóni, sum bygdaráðið hevur heimilað til tess, undirskrivar skjøl, ið binda kommununa.

2. petti.  Borgarstjórin hevur eyguni eftir, at einki mál liggur á láni.

§ 7
1. petti.  Borgarstjórin  ansar efrir, at hvør peningaupphædd – tað veri seg inntøka ella útreiðsla við kommunukassan – er bóka í kommunuroknskapinum, og at upphæddin hevur heimild í ársfíggjarætlanini ella aðrari galdandi samtykt. Er talan um eina peningaupphædd, ið heimild ikki er fyri, leggur hann málið fyri bygdaráðið.

2. petti.  Borgarstjórin hevur ábyrgd av, at §§ 38-47 í Kommunustýrislógini, ið vanliga eru galdandi fyri Fýggjarnevndina í størri kommunum, verða hildnar.

3. partur: Val av nevndum og vanligar reglur fyri virki teirra o.a.


§ 8
1. petti.  Bygdaráðið velur limir í tær nevndir, stjórnir og tílíkt, har bygdaráðið ella kommunan sambært øðrum fyriskipanum skal verða umboða.

2. petti.  Val av limum og tiltakslimum í nevndir o.a. fer fram á fyrsta bygdaráðsfunndi eftir at borgarstjórin og varaborgarstjórin eru valdir. Valið fer fram eftir lutfalsvalháttinum smbt. § 3. Verður avgjørt at velja av nýggjum, stendur øll nevndin fyri vali.

§ 9
1. petti.  Bygdaráðið kann seta serstakar ráðgevandi nevndir, ið skulu taka sær av ávísum málum ella gera fyrireikandi ella ráðgevandi arbeiði fyri bygdaráðið.

§ 10
1. petti.  Hvør nevnd hevur sína gerðabók, har allar samtyktir nevndarinnar verða førdar. Við fundarlok  verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi nevndarlim-unum.

2. petti.  Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókini. Tá mál, har nevndarlimur hevur serstøðu sambært gerabókini, verða send

øðrum myndugleikum, kann nevndarlimur krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini. Nevndarlimurin kann viðleggja málinum grundgeving fyri serstøðu síni.


3. petti.  Borgartjórin hevur atgongd til allar nevndarfundur, tó uttan atkvøðurætt. Borgarsjórin skal hava fundarskrá og fráboðan um, nær og hvar nevndarfundur verður hildin.

§ 11
Nærri reglur um nevndararbeiði kunnu verða ásettar í fundarskipan, sum bygdaráðið góðtekur.

4. partur: Samsýningar o.a.


§12
1. petti.  Borgarstjórin fær í pattíðarstarvi sínum samsýning ájavnt við ½  av 31. fl., stig 1, sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Tænastumannafelag landsins.

2. petti.  Tá borgarstjórin fer frá, fær hann borgarstjórasamsýning eftir hesi reglu: 1) Borgarstjóri í minni enn 4 ár, samaýning í 3 mánaðir, og 2) borgarstjóri í 4 ár ella fleiri, samsýning í 6 mánaðir.

3. petti.  Doyr borgarstjóri meðan hann er í starvi, fær eftirsitandi hjúnarfelagi/samlivarin ella børn undir 21 ár samsýning í 6 mánaðir.
 
4. petti.  Borgarstjórin fær ikki fundar- og aðrar samaýningar smb. § 9,6 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

5. petti.  Samsýningar til limir í bygdaráðnum verður latin eftir § 2 kunngerð nr. 121 frá

22.12.2000 um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.

6. petti.  Nevndarlimir, sum bygdaráðið hevur valt í serstakar ráðgevandi nevndir fáa samsýning sambært § 2 í kunngerð nr. 121 frá 22.12.2000 um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógini.
 
7. petti.  Fundarsamsýning verður latin fyri luttøku á skeiðum, sum bygdaráðið hevur góðkent, umframt annað fundarvirksemi, sum verður gjørt eftir umbøn frá bygdaráðnum smb. § 2 í kunngerð um samsýning v.m. sambært kommunustýrislógina.

8. petti.  Tiltakslimur fær samsýning sum bygdaráðslimir ella nevndarlimir.

5. partur: Broytingar í stýrisskipanini o.a.


§ 13

Hendan kommunustýrisskipan og broytingar í henni skal verða viðgjørd á tveimum bygdaráðsfundum, við minst 14 daga millumbili.

Soleiðis góðkend á bygdaráðsfundum 13/03 og 10/04 - 2001 og send landsstýrinum til kunningar.

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn