Kunngerð um broyting í byggisamtyktini fyri greiðari ásetingar fyri Bústaðarøki (B-øki)

 

Kunngerð um broyting í byggisamtyktartekstinum.



Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum broytingaruppskot framlagt til eftirlits.

Talan er um greiðari ásetingar fyri Bústaðarøki (B-øki), viðvíkjandi íbúðarbygging.

 

Tilfar, sum lýsir broytingina liggur frammi á kommunuskrivstovuni og www.hvannasund.fo frá 10. oktober 2018 til og við 31. oktober 2018.

 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Hvannasunds kommunu skrivliga í seinasta lagi 21. november 2018.

 

Hvannasund 10. oktober 2018

Hvannasunds Kommuna

UPPSKOT TIL BROYTING AV BYGGISAMTYKT

 

4.2 Bústaðarøki ( Merkt B-øki á kortinum)

4.2.1  Alment:

 

Økið verður útlagt til sethúsabygging og íbúðarbygging.

 

Loyvt er einans at byggja sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum, og tvíhús, raðhús o.t. til eitt húski hvørt.

I samband við bústaðirnar ber til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av, at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýlingur. Støddin á grundstykkjum skal vera min. 500 m2.

Støddin á grundstykkjum á tvíhúsum, ketu- ella raðhúsum skal ikki vera minni enn 300m2 og 200 m2 fyri hvørja íbúð. Inni á grundstykkinum skal vera pláss fyri minst 2 bilum.

Fyri ketu, og raðhús og fyri hvørja íbúð skulu vera í minsta lagi pláss fyri 1 ½  bili til hvønn bústað. Byggistigið má ikki fara uppum 0,3.

Nettonýtslustigið má ikki fara uppum 0,3 og 0,4, tá tað snýr seg um tvíhús, raðhús ella ketuhús.

Hæddin upp til hægsta punkt á bygninginum, undantikið skorstein, kann hægst vera 8,5 m yvir meðal jørðildi av lidnum lendi.

Frástøðan til mark móti granna skal vera 2,5 m, og frástøðan til veg skal vera minst 3 m men helst 5 metrar. Fyri nýggjar útstykkingar 5 m.

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn