Savn

Innbjóðing

Vælkomin til temadag  í  IMB hósdagin 8. Juni

Temaið er:  summarland  í  IMBA  frá kl. 9.30 til kl. 15:30

Skrá:

Fáa armbond til summarlandið

Faðirvár, frukt, fruktspjót og frukt djús

Skattajakt

Vatnland og spæliland

Heitan mat og kaldan mat

Soviposaløta

Ymiskt gómagott

Vatnland og spæliland

Ymiskt gómagott

At hava við:

Svimjiklæðir + handklæð

Skiftiklæðir

Sólbrillur høvdu nokk glett barni at havt við

Soviposa

Ongan matpakka við

Ps.: Temadagin skulu eingi foreldur vera á stovninum frá kl.9:30 til kl.15:30                                         Um tit vilja hava fatur á okkum ella barni má heim áðrenn 15:30, ring á telefon 735891 ella 735897, 735898, 735896

Vit gleða okkum  J

Vinarliga starvsfólkið í Imba                              

 


Garðdagur/familjudagur í Imba, Mánadagin 22. Mai 2017

Vit byrja kl. 16:00 og halda áfram til kl. 19:00

Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.

Kl. 18:00 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos

Sig frá hvussu nógv frá tykkara familju vera við J

Skráin: Øll eru boðin við J, onkur fær møguliga feia og hugna um, onkur far veri til staðar og práta, peika á okkurt, borði ein posa til rusk, o. s. v.   

1At tit koma, hava børnini við og hugna tykkum saman við børnunum, og fáa eitt prát við onnur avvarðandi. 

2. Feia, taka órudd upp, hugna um

3. Seta eplir niður, um nakar er til at fáast við veltuna.

4. Fylla í veitina uppi í bønum

5. 

P/s: heit klæðir, ið hóska til at spæla, arbeiða og hugna sær úti í.

Hvør kann baka, skuffukøku,  wienarbreyð, kloyning ella bollar

Kom; melda teg til, helst áðrenn 17. Mai 2017  

Senda SMS til 735891 ella skriva tykkum upp á listan á stovninum, skriva hvussu mong tit eru, børn, vaksin. Um tit baka skriva so eisini at tit baka og nøkulunda hvat. Dømi: Ingrið Fuglø + mann + 2 vaksin børn + wienarbreyð

Síggjast í IMBA


Í Mai mánaði seta vit fokus á ymiskt um Sirkus í IMBA. Børnini klippa og líma, lita tekningar, hoyra søgu, og gera ymiskt aktivt, syngja, dansa, upptraðkað, alt í setur fokus á Sirkus  

 

9. Mai fara børnini, ið fara í skúla í summar til 112 dag í Fuglafirði

 

Mikudagin 24. Mai fara børnini, ið blíva 3 ár í ár frá vøggustovuni og  barnagarðurin til barnafagnað í Klaksvík, vit fara við bussi úr Imba kl. 9:30 møti í Imba í seinasta lagi kl. 9:15

 

16.Juni fara frítíðarskúlabørnini til ítróttadag á Strondum  

 


Barnahúsið IMBA 5ár, kaka og kaffi/the

Í samband við at Imba fyllur 5ár, hava vit foreldrakaffi tá tit avheinta tykkara børn, mánadagin 03. Apríl 2017

Vit hava kaffi, te, mjólk, vatn og kaku, fram til kl. 17:00

Komið J steðgið á og njótið løtuna.

Síggjast í IMBA


Kunning:

Summarfrí 2017:

Hvannasunds kommuna hevur á fundi 30.03.2017 valt at IMBA er stongt í viku 30, 31 og 32 og er tað í døgunum 24. Juli til 13. August, tí tá eru sera fá børn uppskrivaði til at vera á stovninum. Allir nevndu dagar er stongt.

Vegna barnahúsið IMBA

Vinarliga  Ingrið Fuglø   leiðari



Ítróttardagurin fyri frítíðarskúlar verður á vøllinum í Fuglafirði, fríggjadagin 10.Juni 2016

Vit fara úr Norðdepli kl. 9:00 við bili og fara úr aftur Fuglafirði áleið kl.15:00 við bili. 

Børnini møta í Imba ístaðin fyri á skúlanum í seinasta lagið, kl.9:00.

Myrna er kunnað um túrin og játta børnunum frí til túrin, og skúlin ger einki spennandi tann dagin hesi børnini eru í Fuglafirði. 

At hava við: Gott lag, klæðir eftir veðrinum og góðar skógvar, ið børnini orka at ganga í og røra seg í, + hav jakka við, tað er gott um ein verður eitt sindur kaldur. 

Góðan matpakka + okkurt drekkandi 

Børnini fáa twix og sunkist frá stovninum til millummála. 

Skrá til ítróttardagin: 

Kl.10:00 Tónleikur og øll ganga skrúðgongu inn á vøllin vit hava IMBA flaggi við 

Ímillum 10:30 og 12:00 postarenning og fótbóltur 

Matarsteðgur 12:00 til12:30 

Ímillum 12:30 og 13:30 Boccia og Posarenning 

Ímillum 13:30 og 14:30 Rennikapping og togtogan 

Vit kunnu bara velja annan aktivitetin av teimum, sum er samstundis. 

Kl. 14:30 møtast øll aftur a vøllinum: 

Onkur fer at framføra sangfyri okkum 

Øll fáa medalju fyri at luttaka og vinnararnir fáa diplom.

Síggjast vinarliga: Ingrið, Anna, Ingeborg og Eydna

Garðdagur/familjudagur í Imba:

Mikudagin 25.Mai 2016 

Vit byrja kl. 16:00. Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.

Kl. 18:30 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos

Vit arbeiða víðari ímeðan vit drekka kaffi og eta kaku, áleið til kl. 21:00

Sig frá hvussu nógv frá tykkara familju vera við 

Ps: vit hava øll brúk fyri amboðum at arbeiða við, so gott hevði veri um tit tóku amboð við ( set navn a 

tykkara amboð), spaka, trillubøru, eyrhakkara, skrúðumaskinu, hamara, sag, osv.Ps: heit klæðir, ið 

hóska til at arbeiða úti í, ikki fín og góð klæðir.Skráin kemur seinni hvat vit gera: 

Hvør kann baka, skuffukøku, wienarbreyð, kloyning ella bollar

Melda teg til, helst áðrenn 20. Mai 2016 Senda SMS til 735891, skriva hvussu mong tit eru, børn, vaksin. 

Um tit baka skriva so eisini at tit baka og nøkulunda hvat.Dømi: Ingrið Fuglø + mann + 2 vaksin børn + 

wienarbreyð

Frí

Mánadagin 08. februar hava frítíðarskúlabørnini frí, men týsdagin 09. februar er opið sum vanligt, tá er 

tunnusláing í Imba, sí niðriundir.

Tunnusláinger fyri frítíðarskúlan í Imba: 

Týsdagin 09. februar 2016, kl. 13:00. Børnini fáa eisini døgurða, kjøtfrikadellur, chips í ovn og annað 

gott. Børnini kunnu vera í grýluklæðum. Síggjast :)

Tunnusláing fyri:

Barnagarðsbørn, vøggustovubørn og forskúlan í ImbaHey, í morgin mánadagin 08. februar 2016, kl. 10:00 

sláa,vøggustovubørnini, barnagarðsbørnini og forskúlabørninitunnu í Imba. Børnini fáa eisini døgurða, 

kjøtfrikadellur, chips í ovn og annað gott. Børnini kunnu vera í grýluklæðum.Síggjast :)


Garðdagur/familjudagur í Imba 28. Mai 2015

Vit byrja kl. 16:00.

Kaffi og kaka er at fáa ímeðan vit arbeiða.

Kl. 18:30 eta vit milliónbúff, skrúður og eplamos

Vit arbeiða víðari ímeðan vit drekka kaffi og eta kaku til kl. 21:00

Vinarliga boða frá á stovuni, ella við sms boðum, hvussu mong vaksin og børn, frá tykkara familju vera við.

Barnagarðurin 735898

Vøggustovan 735897

Frítíðarskúlin 735896

Leiðarin 735891

BOÐA ER FRÁ AT BARN Í GONGUR Í IMBA HEVUR BARNAORM.docx  

Felags foreldrafundur í Imba 2016.docx  






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn