Navnakapping

Tann 1. apríl í ár letur nýggi dagstovnurin á Fossánesi upp. Dagstovnurin fer at rúma børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri og frítítíðarskúla fyri børn í 1.-3. flokki.

Bygdaráðið hevur samtykt at skriva út kapping um navn til stovnin. Ynskiligt er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum

Sendið navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt til Hvannasunds kommunu og merkið brævbjálvan “Navnakapping”.

Navnið á sendaranum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í ein annan afturlatnan brævbjálva saman við uppskoti og frágreiðing.

Uppskotið skal sendast  Hvannasunds kommunu, Sundsvegi 31, FO-740 Hvannasundi - og skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. mars kl. 13.00.

Virðisløn á kr. 3.000,- verður latin fyri besta hugskotið.

Kommunan tilskilar sær rættin ikki at nýta vinnandi uppskotið.

Hvannasunds kommuna





Skrivstovan                                                                                     
Sundsvegur 31
Opið er:
Mánadag kl:13-16
Mikudag kl.: 9-12

Telefon nr:452007/231083

t-post:hvannasund@hvannasund.fo

Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið
Mikudag
19:00 til 21:00
Leygardag
13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er: mána- til fríggjadag kl:7:30-17:00

Telefon: 735890

Leiðarin tlf 735891

Skúlin
Skúlin á Fossánesi tlf 452120
Skúlastjórin tlf 735894  
Hallarleiga 735892                                                

Myndasavn