Í tíðindaskrivi fyrr í vikuni boðaði IRF frá, at vegna umvælingar á Hagaleiti liggur Brennistøðin still í uml. 10 vikur.

Alt innsavnað rusk verður nú ballað í rusk-ballimaskinu og undir hesum umstøðum eru serstakar reglur galdandi á Brennistøðini og á endurnýtsluplássunum kring landið:

 

-          Burturkast at brenna má ikki vera longri enn 100 cm. Orsøkin til hetta er, at tað ikki er gjørligt at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt.

 

-          Leivdir av nótum, gørnum og líknandi má ikki latast saman við tí brennandi, tí tað fløkist í ballimaskinuni. Ynskiligt er, at tílíkt tilfeingi altíð verður latið til endurnýtslu og ikki til at brenna. (sí www.irf.fo fyri nærri kunning um hetta).

 

-          Tað verður ikki tikið ímóti lívrunnum burturkasti, tí ikki ber til at balla tað.

 

-          Vegna broyttar umstøður á goymsluni á Brennistøðini verður ikki tikið ímóti máling, meðan umvælingarnar fara fram.

 

Boðað verður frá, tá Brennistøðin aftur tekur ímóti burturkasti sum vanligt.





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn