Brenna bál

 At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða, ampar og dálking. Tí er neyðugt, at rætt verður borið at.

Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.

Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina. 

Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna bál. Ábyrgdarpersónur skal uppgevast.

Tann, ið søkir um loyvi, hevur ábyrgdina av, at einki óviðkomandi verður koyrt í bálið - og av at ruddað verður aftur skjótast gjørligt.

Vegleiðing um brenning av báli er viðfest



2009-03-Vegleiding_brenning_a_bali_ella_eldstadi.pdf  





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007/ 735899
t-post:hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn