Familjuvikuskifti fyri smábarnafamiljur við serligum avbjóðingum

 

Javni skipar í vikuskiftinum 18-19 juni fyri einum familjuvikuskifti fyri smábarnafamiljur, har okkurt av børnunum ber brek. Tiltakið er ætlað smábarnafamiljum, ið hava eitt barn við einhvørjum breki - ikki avmarkað til menningartarn. 

 

Javni metir, at fleiri av viðurskiftunum eru eins, hóast brekini eru ymisk. Á skránni verður m.a. upplegg um evni, ið hava serligan týdning, tá familjan hevur serligar avbjóðingar. Men ein líka so týdningarmikil partur av tiltakinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit vilja skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving. Ímeðan tiltøk eru á skránni fyri foreldrini koma fólk uttanífrá at taka sær væl av børnunum. 

  • Góðir karmar fyri alla familjuna bæði inni og úti
  • Upplegg um viðkomandi evnir
  • Grill og heitir pottar
  • Rógving við havkajakk fyri tey, ið hava hug at royna seg
  • Hugni

 

Pláss er fyri 15 familjum, og kostnaðurin fyri alt tiltakið er einans kr. 400 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 600 fyri hvønn vaksnan. Børnini eru ókeypis. Freistin at melda til er 10. juni.





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn