Fríðkanardagur í Hvannasunds kommunu

Góðu borgarar
Sum nøkur hava lagt til merkis á bólkinum “Vit í tronganum”, so hava vit havt eitt lítið kjak um at hava ein fríðkanardag, har endamálið er at gera bygdirnar vakrari. Um undirtøkan er nóg stór, so verður hesin dagurin í ár.
Vit hava sett 26. mai 2012 at vera fríðkanardagur í Hvannasunds kommunu.

Allir borgarar kunnu koma við uppskotum um verkætlanir.
Krøvini eru hesi:
Uppskot skulu sendast inn (mynd + frágreiðing) sum teldupostur til hallnsim@hotmail.com
Verkætlanin skal ikki taka meira enn ein dag at gera hjá einum bólki av fólki. Um verkætlanin er størri kann hon býtast sundur í stig.
Kommunan velur út verkætlanir eftir hesum leisti:
Kostnaður: prísurin fyri tilfar má vera rímuligur
Stað: støðini mugu ikki vera ov nær hvørjum ørðum
Ágóði: har sum fríðkan ger stóran mun, eigur at fáa hægri raðfesting
Vit vóna at fáa nógv góð og kreativ hugskot inn.
Freistin at senda uppskot inn er 21. mai 2012

Sjálvur dagurin fer fram við, at allir luttakarar møta kl.9.00 til morgunmat og kunning á Skúlanum á Fossánesi.
Síðani verður farið í gongd við verkætlanina ella verkætlanirnar alt eftir, hvussu nógvir luttakarar verða.
Kl.12 verður ein lítil steðgur, har øll húski í kommununi kunnu heinta plantupakkar uttanfyri kommunuskrivstovuna og arbeiðsfólkið kann fáa sær ein bita heima. Byrjað verður aftur kl.13 og arbeitt verður fram til uml. kl.17. Kl.18 bjóðar kommunan ein bita fyri teimum, ið hava luttikið í arbeiðnum. (Tí er neyðugt við tilmelding)
Tilmelding fer fram við at ringja ella skriva til Signu á telefon 218784 ella 452133

Við vón um góða undirtøku
Hvannasunds kommuna saman við Hjalmar, Signu og Hallgerð




Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn