Fundarskipan

Fundarskipan fyri Hvannasunds Bygdaráð


FUNDIR BYGDARÁÐSINS

§ 1
  1. petti.  Fundir bygdaráðsins eru almennir. Bygdaráðið kann tó gera av, at ávís mál verða við-gjørd fyri afturlatnum hurðum.
  2. petti.  Uttan so at bygdaráðið í serstøkum føri tekur aðra avgerð, skulu niðanfyri tilskilaðu mál verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum:
    1.  Mál, har mett skal verða um persónlig viðurskifti
    2. Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting.
  3. Kostnaðarætlanir og tilboð viðvikjandi byggiarbeiðum og tilfarsveitingum.
  4. petti.  Bygdaráðið ger á fundi fyri afturlatnum hurðum av, um mál skal viðgerðast fyri afturlatnum hurðum. Mál verður viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av limunum krevur tað.
  5. petti.  Mál, ið skulu verða viðgjørd fyri aftulatnum hurðum verða vanliga avgreidd beint aftan á almenna fundin.
§ 2

Øll hava atgongd til almennu fundir bygdaráðsins. Órógvar áhoyrari,  ella sýnir hann ikki sømiligan atburð, kann borgarstjórin vísa honum ella um neyðugt øllum áhoyrarum út úr hølinum. Borgarstjórin kann bíleggja sessir til umboð fyri fjølmiðlarnar.

§ 3

Bygdaráðslimir hava skyldu at møta á bygdaráðsfundum. Ber ikki til hjá bygdaráðslimi at koma á fund, boðar hann borgarstjóranum frá, áðrenn fundurin byrgar. Á hvørjum fundi verður skriva í gerðabókina, hvørjir limir ikki vóru til staðar, og nær limir koma.

Noyðist bygdaráðslimur at fara av fundi, skal hann boða borgarstjóranum frá, og verður ført í gerðabókina, nær limur fer.

FUNDARSKRÁ

§ 4
  1. petti.  Borgarstjórin skipar fyri, at fundarskrá verður send hvørjum bygdaráðslimi í seinasta lagi 4 dagar frammanundan, at vanligur fundur skal verða.
  2. petti.  Um limur í seinasta lagi 8 dagar framman undan vanligum fundi skrivliga hevur  biðið um viðgerð av einum máli, setir borgarstjórin hetta mál á skránna.
     
     
INNLIT

§ 5
  1. petti.  Tá eitt mál er sett á fundarskránna til ein vanligan fund, skal hetta lýsast í stuttum, styðjað við møguligum tilmæli. Neyðugt tilfar, sum greiðir nærri frá málinum, skal – um slíkt ikki longu er sent limunum – vera til taks á bydaráðsskrivstovuni í minst 3 gerandisdagar framman undan fundinum. Eitt yvirlit yvir málini skal samstundis vera til skjals.
  2. petti. Samstundis, sum boðað verður til eyka bygdaráðsfundir, letur borgarstjórin í so stóran mun sum gjørligt bygdaráðslimirnar vita, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.
     
VIÐTØKUFØRI

§ 6
  1. petti.  Bygdaráðið er viðtøkuført, tá ið minsta lagi helvtin av bygdaráðslimunum eru á fundi.Júst Poulsen, borgarstjóri
     
FUNDARLEIÐSLA

§ 7
  1. petti.   Borgarstjórin, og um honum berst frá, varaborgarstjórin leiðir bygdaráðsfundirnar og ansar eftir, at teir fara sømuliga fram. Hann ger av, hvussu teir spurningar, atkvøtt verður um, skulu verða orðaðir.
  2. petti.  Borgarstjórin gevur bygdaráðslimunum orðið í teirri raðfylgju, teir hava biðið um. Um fleiri biðja um orðið í senn, avger borgarstjórin raðfylgjuna.
  3. petti.  Bygdaráðslimur skal, tá til ber, reisa seg, meðan hann talar og venda røðu sína til borgarstjóran. Verður bygdaráðslimur nevndur í røðu, skal hann altíð nevnast við fornavni og eftirnavni. Bygdaráðslimur skal ikki verða órógvaður í talu síni, tó kann borgarstjórin taka orðið frá honum.
  4. petti.  Endurgeving kann bara verða nýtt avmarkað og við borgarstjórans loyvi. Tilskilast skal, hvaðan endurgevingin er, og hvar hon stendur.
  5. petti.  Borgarstjórin ger av, nær hann heldur eitt mál hevur fingið nóg gjølliga viðgerð til at verða avgreitt ella útsett til seinni fund.
  6. petti.  Hvør bygdaráðslimur eigur at lýða avgerðir borgarstjórans, tá ið tað snýr seg um at halda neyðugt fundarskil. Er ein bygdaráðslimur 2 ferðir á sama fundi biðin um at fara siðiliga fram, kann bygdaráðið eftir uppskoti frá borgarstjóranum nokta honum at fáa orðið aftur á fundinum. 
  7. petti.  Um so er, at bygdaráðslimur ikki ger eftir boðum borgarstjórans, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum, ella óskil kemur í, hevur borgarstjórin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt, slíta fundin.
  8. petti.  Øll uppskot, sum koma fram undir orðaskiftinum, verða stíla til borgarstjóran.
  9. petti.  Borgarstjórin kann lata bygdaráðið avgera mál, ið hann sjálvur hevur rætt at taka endaliga støðu til.
     
FRAMLØGA AV MÁLUNUM

§ 8
  1. petti.  Borgarstjórin ger av, í hvørji raðfylgju málini koma til viðgerðar, og hann kann víkja frá raðfylgjuni á fundarskránni. Kortini ger býgdaráðið av, í hvørji raðfylgju málini skulu verða viðgjørd, tá ið minst 3 bygdaráðslimir krevja atkvøðugreiðslu hesum viðvíkjandi.
  2. petti.  Tá ið fundur byrjar, kann bygdaráðslimur biðja um orðið um fundarskránna og seta fram uppskot, um mál á fundarskránni skulu viðgerðast á almennum fundi ella fyri læstum hurðum. 
     
§ 9
  1. petti.  Eitt mál verður bert viðgjørt eina ferð, uttan so at annað er ásett í lóggávuni, ella bygdaráðið samtykkir, at málið skal verða viðgjørt 2 ferðir. Ársfíggjarætlan kommununar skal tó verða viðgjørd á 2 fundum.
     

NEVNDARVIÐGERÐ

§ 10
  1. petti.  Heldur bygdaráðið, at eitt mál eigur at verða kannað av serstakari nevnd, áðrenn býgdaráðið tekur endaliga avgerð, verður slík nevnd vald við so mongum limum, sum bygdaráðið heldur hóska í hvørjum einstøkum føri.
  2. petti.  Nevndin, ið sjálv skipar seg við formanni, skal handa borgarstjóranum skrivligt álit, og ger hesin bygdaráðslimirnar kunnugar við álitið samsvarandi reglunum í § 4.
     

     GEGNI

§ 11
  1. petti.  Um viðurskiftini eru so, at ivi kann vera um gegni (habilitetin) hjá einum bygdaráðslimi, skal hann siga bygdaráðnum frá hesum. Eisini kann ein bygdaráðslimur reisa spurningin um gegni hjá øðrum bygdaráðslimi.
  2. petti.  Bygdaráðið  ger av við atkvøðugreiðslu, um eitt mál er slíkt áhugamál hjá einum bygdaráðslimi, at hann ikki eigur at taka lut í fundarviðgerðini og atkvøðugreiðsluni í málinum. Um so er, at bygdaráðið ger av, at bygdaráðslimur er ógegnigur, skal limurin fara av fundinum, meðan málið verður avgreitt.
  3. petti.  Er líkt til, at bygdaráðið tekur avgerð um, at bygdaráðslimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimurin fær fundarboð.
  4. petti.  Hevur tiltakslimurin ikki fingið fundarboð í tí føri, bygdaráðið ger av, at bygdaráðslimur er ógegnigur, kann málið verða flutt til næsta fund, uttan so at 2/3 av teimum møttu bygdaráðslimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolur at bíða.
     
ATKVØÐUGREIÐSLA

Broytingar- og eykabroytingaruppskot

§ 12

Bygdaráðslimir kunnu bert taka lut í atkvøðugreiðslum bygdaráðsins, um teir persónliga eru til staðar, meðan hesar fara fram.

§ 13
  1. petti.  Atkvøðugreiðsla fer fram á tann hátt, at bygdaráðslimirnir reisa seg úr sæti, tá til ber. Er atkvøðugreiðslan eftir borgarstjórans tykki ógreið, letur hann bygdaráðslimir atkvøða av nýggjum. Borgarstjórin ella í minsta lagi 3 bygdaráðslimir kunnu undan atkvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli.
  2. petti.  Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeirluta, um ikki annað er fyriskipað í lóggávuni. Eitt uppskot er samtykt, tá meirilutin av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er uppskotið felt.
  3. petti. Heldur borgarstjórin, at  allir bygdaráðslimir eru samdir, kann hann gera bygdaráðnum kunnugt, at málið er samtykt uttan atkvøðugreiðslu. Mælir bygdaráðslimur tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.
  4. petti.  Skrivlig atkvøðugreiðsla fer fram við seðlum.
  5. petti.  Bygdaráðslimur kann ikki sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu.
  6. petti.  Avgerð, sum bygdaráðið hevur tikið, kann ikki á sama fundi verða broytt, uttan so at allir bygdaráðslimir, ið vóru á fundi, tá avgerðin varð tikin, eru samdir um hetta.
     

§ 14
  1. petti. Broytingar- og eykabroytingaruppskot kunnu verða framløgd, um atkvøðugreiðsla ikki er byrjað.
  2. petti. Borgarstjórin setir fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið hvørt eftir annað. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingum. Fellur tað, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur. Borgarstjórin ræður fyri, hvussu atkvøtt verður.
  3. petti.  Áðrenn atkvøðugreiðsla í einum máli er byrjað, kunnu uppskot um val av nevnd og um at senda eitt mál til eina fyrr valda nevnd ella til víðari viðgerð í eini nevnd verða framløgd. Verður slíkt uppskot lagt fram, aftaná at orðaskiftið í málinum er byrjað, verður tað slitið, og ger bygdaráðið av, um málið skal fara til nevndarviðgerð.
     

MEIRILUTAVAL

§ 15

  1. petti.  Tá ið bygdaráðið skal velja 1 umboð ella 1 lim í nevndir, stjórnir ella tílíkt, fer slíkt fram eftir lutfalsvalháttinum.
  2. petti.  Við meirilutavali verður sipa til ein valhátt, har valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum, er valt. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.
     

LUTFALSVAL

§ 16
  1. petti.  Tá ið bygdaráðið skal velja 2 ella fleiri limir í nevnd, stjórn ella tílíkt, fer slíkt val fram eftir lutfalsvalháttinum.
  2. petti.  Við lutfalsvali verður sipað til ein valhátt, har bygdaráðslimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.
  3. petti.  Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1,2,3, o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.
  4. petti.  Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
  5. petti.  Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboðar hvønn bólkin.
  6. petti.  Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir imillum hinar bólkarnar eftir petti 1-3.
     
STARVSSETAN

§ 17

Tá ið bygdaráðið setir persón í kommunalt starv, og fleiri umsøkjarar eru at velja ímillum, fer val millum umsøkjarar fram eftir reglunum í § 15.

GERÐABÓKIN (O.A.)

§ 18
  1. petti.  Avgerðir bygdaráðsins verða á fundinum skrivaðar í gerðabókina av fundarskrivaranum. Borgarstjórin sigur, hvat skrivast skal.
  2. petti.  Bygdaráðslimur kann krevja sína frávíkjandi støðu í stuttum skrivaða í gerðabókina. (8,2). Snýr tað seg um mál, ið skulu sendast til annan mynduleika, kann hann eisini krevja, at mynduleikin verður kunnaður um, hvat skrivað er í gerðabókina. Ynskir avvarandi bygdaráðslimur við málinum at senda skriv, sum gjøllari lýsir hansara støðu, eigur hann at siga hetta við borgarstjóran, sum so setir eina tíðarfreist fyri nær skrivið skal avhendast.
  3. petti.  Tá ið ein fundur er lokin, verður gerðabókin lisin upp og undirskrivað av bygdaráðslimunum, sum hava verið á fundinum. Bygdaráðslimirnir kunnu ikki við at vísa til atkvøðugreiðslu sína ella av øðrum orsøkum bera seg undan at skriva undir gerðabókina.
     
BROYTINGAR Í FUNDARSKIPANINI

§ 19

Henda fundarskipan kemur í gildi beinanvegin.
Broytingar og uppískoyti til fundarskipanina skulu verða viðgjørd á 2 regluligum bygdaráðsfundum.

Soleiðis broytt við ískoytum

Á bygdaráðsfundi 13/03 og 10/04 – 2001

Júst Poulsen, borgarstjóri

(Tølini í klombrunum vísa til galdandi kommunulóg).

 

 


 

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn