Reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum í Hvannasunds Havn

Hendan reglugerð er galdandi fyri allar bátaeigarar, sum hava fingið nýtslurætt til bátapláss í Hvannasunds Havn.

Tað er Hvannasunds Havn, sum umsitur bátaplássini.

§ 1

Bátaeigarar hava skyldu til at fara væl um bátaplássið, økið á landi og brúgvarnar.

Stk.2 Tað er ikki loyvt at hava amboð, fiskireiðskap ella nakað annað tilfar liggjandi á landi við bátaplássið ella á

brúgvunum.

Allir slíkir lutir ella tilfar verður uttan ávaring fyribeint fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Stk.3 Tað er strangliga bannað at koyra garnar, høvd, gággugrús ella annað á sjógv við havnalagið

Stk.4 Bátaeigararnir hava skyldu til at halda bátin lens, at binda hann soleiðis, at endarnir liggja væl og ikki slítast

óneyðugt, og at hann ikki er til ampa fyri onnur ella kemur at skaða aðrar bátar ella ognir í havnini.

Stk.5 Tá siglt verður inni í havnini, skal ferðin verða so lítil sum gjørligt, soleiðis at aðrir bátar, ið sigla ella liggja

bundnir, ikki skulu fáa skaða.

Stk.6 Bátaeigarar hava skyldu at akta boðini frá havnaumsjónarmanninum, eisini um hesin ynskir, at báturin

verður fluttur.

Stk.7 Fyri at forða fyri at olja fer á sjógv, hava bátaeigarar skyldu at hava eitt kjølsvín í bátinum, sum altíð skal

liggja í kjølinum.

Stk.8 Tað er strangliga bannað at nýta tað avmerkta økið við oljupumpuna til annað enn av- og áskipan, uttan

loyvi frá umsjónarmanninum. Brot á hetta kann føra við sær, at báturin verður fluttur ella tikin upp á land fyri

eigarans rokning.

§ 2

Bátaeigarin hevur rætt til at nýta bátaplássið til bát, sum hann sjálvur eigur hálvpart ella meira av.

Stk.2 Hvannasunds Havn kann undantaksvís geva loyvi til, at bátaeigari, ið eigur minni enn hálvpart, hevur rætt til

at brúka plássið.

Stk.3 Hvannasunds Havn kann altíð krevja nøktandi skjalprógv fyri eigaraviðurskiftunum í bátinum.

Stk.4 Eftir umsókn kann bátaeigarin lata hjúnafelaga ella ein av lívsarvingum sínum yvirtaka nýtslurættin til

bátaplássið.

§ 3

Bátaeigarin tekur við plássinum í tí standi, tað er, tá hann fær tað. Um bummur/teymur ella annað er brotið/skatt,

skal hann gera vart við hetta beinanvegin.

Ger hann ikki tað, verður hann mettur at hava ábyrgdina av skaðanum.

§ 4

Bátaeigarin hevur ábyrgdina av bátaplássinum og skal endurgjalda skaðar, ið koma á útbúnaðin, sum t.d.

bummar, festir og á aðrar bátar uttan so, at hesir koma av illveðri ella øðrum, sum bátaeigarin ikki hevur

ábyrgdina av.

Stk.2 Hvannasunds Havn skal bøta um teir skaðar á útbúnaðin, ið stava frá illveðri, vanligum sliti og elli.


§ 5

Um umsøkjarin ikki eigur bát, tá hann fær bátaplássið, skal hann ogna sær bát innan 1⁄2 ár frá tí, hann hevur fingið

boð um, at hann hevur fingið bátapláss.

Stk.2 Um bátaeigarin selur bát sín, skal hann beinanvegin skrivliga boða Hvannasunds Havn frá.

Stk.3 Hevur bátaeigarin ikki, áðrenn 1⁄2 ár frá søludegnum at rokna, fingið sær annan bát, er nýtslurætturin til

bátaplássið fallin burtur, og Hvannasunds Havn letur øðrum bátaeigara tað.

Bátaeigarin hevur tó loyvi at selja part í bátinum, men má sjálvur altíð eiga hálvpart ella meira í bátinum, sí tó §2

stk.2 Søla av parti í bátinum skal altíð fráboðast Hvannasunds Havn beinanvegin.

§ 6

Bátaeigarin kann lata bátaplássið aftur til tann 1. í einum mánaða.

§ 7

Um Hvannasunds Havn skal brúka økið til okkurt annað, ella neyðugt verður at flyta bátaplássini av øðrum

orsøkum, hevur Hvannasunds Havn rætt til at taka bátaplássið aftur við 2 mánaða ávaring.

§ 8

Leiga verður goldin samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi leigugjøldum fyri bátapláss í Hvannasunds

Havn

§ 9

Hóast Hvannasunds Havn hevur 2 mánaða uppsagnartíð, kann Hvannasunds Havn, aftan á skrivliga ávaring,

taka plássið aftur, um reglugerðin verður brotin.

Brot á reglugerðina kann fevna um, men er ikki avmarkað til:

Stk.2 Um leiga ikki er goldin til ásettu tíð.

Stk.3 Um leigarin fremur onnur brot á reglugerðina og ikki beinanvegin heldur uppat við tí, hóast hann hevur

fingið skrivliga ávaring um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Stk.4 Um leigarin ikki aktar boð frá havnaumsjónarmanninum, eisini um hesin ynskir, at báturin verður fluttur í

annað pláss, støðugt ella fyri eitt stytri tíðarskeið.

§ 10

Um bátaeigarin flytur úr kommununum í varða av Hvannasunds Havn, fellur rætturin til bátapláss burtur.

§ 11

Tá ið bátaplássið er latið/tikið aftur, hevur bátaeigarin skyldu til at flyta bátin beinanvegin. Verður hetta ikki gjørt,

verður báturin fluttur ella tikin upp á land fyri eigarans rokning.

§ 12

Reglugerðin kemur í gildið tann 1. februar 2018


Umsóknarblað til bátapláss er viðheft sum pdf.

Umsóknarblað til bátapláss.pdf  





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn