Innbjóðing til kunningarfund

 Kunnandi fundur um arbeiði í tunlunum Norður um Fjall

FERÐSLUTRYGD: Í næstum fer SEV undir at leggja kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Neyðugt verður tí at stongja tunlarnar um náttina, meðan arbeitt verður. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi um innihaldið í verkætlanini, og hvussu hetta arbeiðið fer at ávirka ferðsluviðurskiftini í tunlunum.

Virksemið norðan fyri tunlarnar Norður um Fjall er økt munandi seinastu árini. Hetta hevur millum annað við sær, at neyðugt er at økja um el-orkuna í økinum. Tí fer SEV komandi mánaðirnar  undir arbeiðið at leggja el-kaðlar gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Talan er um eitt heldur krevjandi arbeiði, sum tekur tíð, og sum tískil eisini fer at ávirka ferðsluna í tunlunum. Arbeiðið byrjar hálvan oktober og fer væntandi at taka umleið seks mánaðir. Í hesum tíðarskeiði verða tunlarnir stongdir, meðan arbeitt verður millum klokkan 23.00 á kvøldi til 05.30 á morgni. Tó sleppur ferðsla ígjøgnum tunlarnar kl. 01.00.  

Í sambandi við fyrireiking av arbeiðinum eru serligar trygdarætlanir gjørdar fyri arbeiðið, soleiðis at trygdin í tunlunum  verður minst møguliga ávirkað , meðan arbeitt verður. Hvørja nátt verður tyrvt út yvir aftur grevsturin, og vegurin verður somuleiðis javnan vaskaður, soleiðis at ferðslan um dagin verður minst møguliga nervað av arbeiðinum. Tá arbeiðið er liðugt, verður øll vegbreiddin asfalterað av nýggjum.

Kunnandi fundur í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli

Skipað verður fyri kunnandi fundi um hetta arbeiðið mikudagin 27. september kl. 19.00 í Skúlanum á Fossanesi í Norðdepli, har umboð fyri SEV, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Endamálið við fundinum er at geva øllum áhugaðum innlit í verkætlanina, hví hetta arbeiðið er neyðugt at fara undir júst nú, og eisini at geva øllum innlit í tíðarætlan fyri verkætlanina og broyttu ferðsluviðurskiftini í tunlunum hetta tíðarskeiðið.

Skrá
KL. 19.00:   Vælkomin: Umboð fyri kommunurnar
Kl. 19.15:     Verkætlanin: SEV
Kl. 20.00:     Ferðslutrygd og –viðurskiftir: Landsverk

Aftaná ber til at gera viðmerkingar og seta spurningar.

Øll áhugaði eru vælkomin. 





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn