Kunngerð kommunuval týsdagin 8. november 2016


Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til kommunuvalið


týsdagin 8. november 2016


í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljara møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljara sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4. mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 1. november 2016, og í seinasta lagi 7. november 2016 við at venda sær til kommunuskrivstovuna telefon 45 20 07 ella 73 58 99

Kommunuskrivstovan hevur opið týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 09.00 til kl. 14.00

Heimaval:

Veljara, ið vegna sjúku ella annað, ikki kunnu koma á valstaði, kunnu velja heima í seinasta lagi 7. novembur við at venda sær til kommunuskrivstovuna og boða frá hesum áðrenn kl. 16.00 mánadagin tann 7. november 2016.

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.


Minnist til at hava valkortið við á val.

 

Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 25. oktober  2016.

Súsanna K. Christiansen, formaður

 





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn