Kunngerð um kommunuval

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til kommunuvalið

týsdagin 13. november 2012

í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10:00 til kl. 20:00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4. mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 6 november 2012 og í seinasta lagi 12. november 2012 við at venda sær til kommunuskrivstovuna telefon 452007 ella 231083.

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ella annað ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 12. november við at venda sær til kommunuskrivstovuna og boða frá hesum áðrenn kl. 16:00 mánadagin tann 12. november 2012.

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

 

Minnist til at hava valkortið við á val.

 

 

 

Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 29. oktober  2012.

Súsanna K. Christiansen, formaður

 





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn