Leys størv

Barnahúsið IMBA søkir eftir einum námsfrøðingi til farloyvisstarv, men søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk setast í  starvið.

Barnahúsið IMBA  lat upp 1. apríl 2012.

Í Barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla.

Vit kunnu bjóða tær:

Eitt starv á 30 tíma viku, frá 01.09.2018 til 12.07.2019

Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, sum:

Hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.

Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir.

Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.

Er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt.

Sær møguleikar fram um forðingar.

Vit kunnu bjóða:

Ein nýggjan stovn við góðum innandura møguleikum til spæl, hugna, aktivitetir og ítriv.

Ein stovn við góðum  uttandura spæliplássi,  har vit hava súkkluøki, reiggir, sandkassar, skreiðibanar, kurvabólt,  ymiskt at klatra í, og eisini hava vit haga og á inni á økinum.

Ein stovn, ið liggur mitt í  náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA.

Tann, ið settur verður, er fyribils til vøggustovunastovuna, men skal  kunna  starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur  tørv á tí, má starvsfólkið flyta ímillum stovurnar ella á aðra stovu, um broyting kemur í.

Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin  28. august 2018, kl. 12:00 .

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran á tlf. 735891.

Umsóknin skal sendast til: Barnahúsið IMBA, Fossávegur 23, 730 Norðdepil,   Ella t-post: barn@hvannasund.fo



 

 

 

 

 

                                                                                   

                                                              

                                                              

                       




 

 

 

 

 










Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn