Námsfrøðingur til frítíðarskúlastovu í Barnahúsinum

Ert tú námsfrøðingur, ágrýtin, elskar at royna okkurt nýtt, dámar  at skapa ein spennandi og mennandi gerandisdag og ert ein góður starvsfelagi, so er tað tær, vit sóknast eftir.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv á 25 tímar í frítíðarskúlastovuni. Starvið er eitt fast starv.

Vit vænta, at tú kanst byrja í starvinum 22.10.2012, ella skjótast gjørligt eftir hetta. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í 6 mánaðir.

Vit vænta at tú:

- kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur evni til at orða teg skriftliga.

- hevur áhuga fyri at seta teg inn í ymiskt námsfrøðiligt tilfar og at finna nýtt tilfar.

- ert eldhugað / ur og jalig / ur

- hevur góð samstarvsevni

- sært møguleikar fram um mørk

- ert ein góð / ur starvsfelagi

- torir at standa fram

 

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara­felagið. 

Starvsstaðurin er Barnahúsið IMBA

Umsóknarfreistin er 12.10.2012 kl. 12.00

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at ringja til leiðaran á tlf: 735891

Umsóknir saman við prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Hvannasunds kommunu
Att: Sigga Óladóttir Joensen
Sundsvegur 6
740 Hvannasund

ella á

T-postadressu:  barn@hvannasund.fo

 





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn