Norðdepil 150 ár um tiltøkini

Tann 28. august í ár verða 150 ár liðin, síðan tað reyk fyrstu ferð á Oyruni – ella í Norðdepli, sum vanliga verður sagt í dag. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum. Sí eisini skrá aðrastaðni.

Gomul barnaspøl

Tiltøkini byrja hósdagin 25. august kl. 17, tá ið Veronika og Gunrið, sum báðar eru uppvaksnar í Norðdepli skipa fyri gomlum barnaspølum. Tiltakið verður á økinum beint sunnan fyri norðaru kai, sum kommunan fríðkar til hátíðardagin. Staðið verður í skránni kallað Torgið.

Bók

Kommunan hevur heitt á Snorra Brend at skriva eina bók, sum skal vera ein nútíðarlýsing av bygdini. Bókin verður løgd fram í Skúlanum á Fossánesi hóskvøldið 25. august kl. 19. Har verður eisini sangur – felagssangur og kórsangur – og røður verða hildnar.

Filmur

Kommunan hevur eisini heitt á Zakarias Hammer at gera ein film um bygdina. Hann verður frumsýndur hóskvøldið kl. 20 beint eftir bókaframløguna - eisini í Skúlanum á Fossánesi. Heitið á filminum er Norðdepil, heimstaður okkara í 150 ár.

Tilboð

Eftir tað verður høvi at ogna sær bókina fyri serprís – 225 kr.  Vanligur prísur verður 275 kr. Kaffi og okkurt afturvið verður eisini at fáa. Nevnast skal, at øll húski í kommununi fáa eitt eintak av bókini. Hon kann heintast í sambandi við framløguna og verður borið teimum, sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu avheinta hana.

Framsýningar

Skipað verður fyri ymsum framsýningum: Í Skúlanum á Fossánesi verður framsýning av gomlum fotomyndum. Filmurin Norðdepil, heimstaður okkara í 150 ár,  sum Zacharias Hammer hevur framleitt, verður sýndur alla tíðina, meðan framsýningin er.

Depilsgarðurin verður opin.

Motorsavnið verður opið.

Opið hús hús verður hjá Jóannesi fyri Handan.

 

Fríggjadagin 26. august kl. 16 til 20

Leygardagin 27. august kl. 14 til 20

Sunnudagin 28. august kl. 15 til 20


Málningaframsýning

Í sambandi við hátíðarhaldið hevur Livar Nysted málningaframsýning í atelieri sínum Livart á Sundsvegi 37. Opið er fríggjadag til sunnudag frá kl. 13 til kl. 20.

Gongutúrur

Fríggjadagin 26. august kl. 15 verður høvi at fara gongutúr í fjøllini oman fyri Norðdepil við Pól Sundskarð. Túrurin byrjar og endar á Fossánesi. Eftir túrin fær gongufólkið ein bita í Skúlanum á Fossánesi.

Fyrilestur

Fríggjadagin 26. august heldur Helgi Jacobsen fyrilestur í Skúlanum á Fossánesi við heitinum: Peder Michelsen – Fyrsti hvalaskjúttin í Føroyum .

Eftir fyrilesturin verður filmurin hjá Zakarias Hammer, Norðdepil, heimstaður okkara í 150 ár, sýndur.

Morgunmatur

Leygardagin 27. august kl. 10 verður ókeypi morgunmatur, har øll eru vælkomin. Morgunmaturin verður nærhendis gomlu handilslonini.

Barnatiltak

Leygardagin 27. august verður barnatiltak á Torginum.

Kapprenning

Kl. 13 leygardagin skipar Treysti fyri rennikapping. Heiðursmerkjahandan verður á Torginum.

Ódnartøk

Kl. 14 leygardagin skipar NHR fyri Ódnartøkum – tað er kappróður á stuttum teini. Róð verður frá byrgingini og suðureftir.

Togtogan

Eftir ódnartøkini verður togtogan eftir byrgingini. Kappast verður í fýra umførum: gentur, dreingir, kvinnur og menn. Kappingin verður millum Norðdepil og Hvannasund.

Sjóvevur – Eyð Matras sigur frá Ainu Cederblom

Tá ið Aina Cederblom á sinni sigldi við báti sínum Rospiggen úr Svøríki til Føroya, kom hon fyrst á land í Norðdepli. Leygardagin 27. og sunnudagin 28. august – báðar dagar kl. 16 – greiðir Eyð Matras frá hesi merkiskvinnu í orðum og leiki.

Matstova

Matstova verður við ymsum góðum úr sjónum í tjaldi nærhendis gomlu handilslonini.

Matstovan verður skipað sum sjálvtøkuborð. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Møguleiki verður eisini at sita í Arbeiðsmanna­felagshúsinum.

Matstovan er opin kl. 15 til 20 leygardagin og kl. 15 til 19 sunnudagin.

Blíðskapur

Høvi verður at heilsa uppá og vitja heima hjá norðdepilsfólki. Fyri at geva fólki í Norðdepli høvi til bæði at vera blíð við fólk – og at kunna njóta tey tiltøk, sum verða, er hetta sett í skránna frá kl. 17 leygardagin.

Steypadystur

Leygarkvøldið kl. 18 verður steypafinalan millum KÌ og Víking vístur á stórskíggja.

Midnáttarsamkoma og fýrverk

Leygarkvøldið kl. 23 verður sangur og tónleikur á Torginum. Og á midnátt verður fýrverk, har 150 ára dagurin verður skotin inn.

Føroyskur dansur

Leygarkvøldið kl. 22 verður føroyskur dansur í Arbeiðsmannafelagshúsinum. Steðgur verður, meðan midnáttarsamkoman fer fram, og síðan verður hildið á eftir fýrverkið.

Bryggjudansur

Leygarkvøldið kl. 00 verður bryggjudansur við við vælumtøktu suðuroyingunum Poul Hammer og Hensar Hammer, kostnaður 100 kr.

Fólkafundur

Sunnudagin 28. august – sjálvan føðingardagin – kl. 14 verður fólkafundur á Torginum við felagssangi og røðum. Minnissteinur verður avdúkaður.

Innandura rógving fyri børn

Kl. 15 sunnudagin verður innandura rógvikapping fyri børn 10-13 ár í Neystinum hjá NHR. Heiðursmerki verða latin til tey fyrstu 35.

Møti og kirkjugongd

Sunnudagin 28. august.

Hermon:

Kl. 11 - Breyðbróting

Kl. 18 - Møti

Hvannasunds kirkja:

Kl. 12 - Familjugudstænasta





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007/ 735899
t-post:hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn