Námsfrøðingar og hjálparfólk til nýggja dagstovnin á Fossánesi


Ert tú ágrýtin, elskar at royna okkurt nýtt, dámar  at skapa ein spennandi og mennandi gerandisdag og ert ein góður starvsfelagi, so er tað tær, vit sóknast eftir.


Vit byrja 15. mars 2012 við at fyrireika ein mennandi gerandisdag fyri børnunum í Hvannasunds kommunu. Børnini byrja á dagstovninum  2. apríl.


Størvini, talan er um, eru hesi:


Vøggustova:
40 tímar, námsfrøðingur
30 tímar, námsfrøðingur
20 tímar, hjálparfólk


Barnagarðsstova:
40 tímar, námsfrøðingur
35 tímar, námsfrøðingur
30 tímar, hjálparfólk


Frítíðarskúli:
25 tímar, námsfrøðingur
20 tímar, hjálparfólk


Stuðulsstarv
30 tímar, námsfrøðingur, tíðaravmarkað til 31.12.2012 (Starvið skal játtast hvørt fíggjarár, ið tørvur er)
Annað av størvunum, ið er 40 tímar, er roknað sum eitt varaleiðarastarv.


Vit sóknast eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum:
- ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, og eru før fyri at orða seg skrivliga
- hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum
- hava umsorgan fyri børnunum
- eru eldhugað og jalig
- hava góð samstarvsevni
- síggja møguleikar fram um mørk
- ið eru góðir starvsfelagar
- ið tora at standa fram

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara¬felagið.
Starvsstaður er Dagstovnurin á Fossánesi, og tann, ið settur verður, skal vera opin fyri at starvast við øllum málbólkunum.

Umsóknir saman við prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Hvannasunds kommunu
Att: Sigga Óladóttir Joensen
Sundsvegur 31
740 Hvannasund
ella á
T-postadressu:  hvannasund@hvannasund.fo
Umsóknarfreistin er 04.01.2012 kl. 12.00
Um námsfrøðingar ikki eru til lýstu størvini, verða hjálparfólk fyribils sett.





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn