Valevnislistar til kommunuvalið 8. nov. 2016

 Valevnislistar til kommunuvalið 8. nov. 2016

 

 

Seinasta freist at lata valevnislistar inn er tann:

 

18. oktobur 2016, kl. 18.00

 

 

Ein listi kann í mesta lagi hava 9 valevni. Um henda treyt ikki verður hildin, verður listin lýstur ógildugur. Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, búðstaði og føðingardegi og skal listin vera latin inn av einum stillara.

Listin skal vera undirskrivaður av í mista lagi 10 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillarar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, búðstaði og føðingardegi. Ein persónur kann ikki vera stillari á fleiri listum.

Valvenislistarnir mugu verða valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi tann 18. oktobur 2016, kl. 18.00

 

Súsanna K. Christiansen, form.

undir Lokka 2

730  Norðdepli

Tlf. 295092

 

 

 

 

 

 

 

 

IV Valevnislistar.

    § 6. 1) 2) 6) Atkvøðugreiðslan fer fram sambært valevnislistum, har ávísir persónar eru uppskotnir sum valevni.
    Stk. 2. Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.
    Stk. 3. 3) Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Er íbúgvaratalið í kommununi minni enn 1000, eru 10 stillarar nóg nógvir. Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum ella kommununi fyri, at listin er móttikin og nær. Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann at strika á øllum.
    Stk. 4. Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygda(r)ráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt verður ikki hildin, skal listin verða lýstur ógildugur. Um talið á valevnum á øllum listunum samanlagt ikki er 2 fleiri enn talið á bygdarráðslimum/býráðslimum, ið skulu verða valdir, skal valnevndin, tá uppstillingarfreistin er úti, gera ein valevnislista, so talið á valevnum kemur upp á tað ásetta.
    Stk. 5. 3) Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.
    Stk. 6. Heldur valnevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.
    Stk. 7. Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá hesum. Hann kann tá skrivliga yvirfyri valnevndini siga frá, um hann bert vil standa á einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast 12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
    Stk. 8. Um valevnislisti verður lýstur ógildur, ella um valevni ella stillari verður strikaður av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt, og í øllum førum fyri valið, verða send tí stillara, sum listan hevur latið inn.

    § 7. 1) 5) Teir av valnevndini góðkendu valevnislistar fáa hvør sær eitt bókstavfrámerki (A, B, C o.s.fr.), og á hvørjum lista verður sett talnummar (1, 2, 3 o.s.fr.) framman fyri hvørt valevni í somu raðfylgju, sum tey av stillarunum eru uppsett. Bókstavafrámerking hjá flokki, sum hevur rætt at taka lut í løgtingsvali, eigur at vera sami bókstavur, sum flokkurin áður hevur nýtt í sambandi við løgtingsval.

II. Fyrireikingar til valið.

    § 3. 1) 2) 3) Valið verður fyrireikað og fyriskipað undir leiðslu av eini valnevnd, sum sett er av bygda(r)ráðnum/býráðnum. Nevndin hevur í minsta lagi 3 limir og skipar seg sjálv. Nevndin sitir sama tíðarskeið sum bygdarráðið/býráðið. Bygda(r)ráðslimur/býráðslimur ella persónur, sum er uppskotin sum valevni, kann ikki vera limur í valnevndini.





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007/ 735899
t-post:hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn