NHR

Miðskeiðis í sekstiárunum fingu fólk í kommununi sær kappróðrarbátar, og um sama mundi var Norðdepil/Hvannasunds sóknar róðrarfelag sett á stovn.

Hugurin var góður og væl gekst í hond. Longu fyrsta árið Norðingur var við í 10-mannafarsróðrinum, gjørdist hann Føroyameistari og hann endurtók bragdið tvey tey næstu árini á rað.

Árið eftir at róð var fyrstu ferð við Norðingi, var Ritan flotað, og genturnar vunnu fleiri róðrar eftirfylgjandi ár. Men tó gjørdust tær ongantíð føroyameistarar.

Síðani gekk meira striltið og sum tíðin leið sovnaði felagið.

Í mai mánaði 2002 varð felagið endurstovnað við tí endamálið at fáa lív aftur í kappróðurin í kommununi.

Gomlu bátarnir vóru ikki tíðarhóskandi longur, og tí bílegði nýggja nevndin eitt nýtt 6-mannafar frá Sámali Hansen, bátabyggjara. Báturin varð liðugur til kappingarárið 2003, og hevur luttikið við síðani. Longu í 2004 gjørdist báturin -"Sundabáturin"- føroyameistari. Til kappingarárið 2005 bleiv enn eitt nýtt far sjósett, hesaferð var tað eitt nýtt 5-mannafar, ið fekk navnið Ritan, uppkallað eftir tí gomlu Rituni. Eisini hevur felagið umvælt neystið og útvegað sær róðrarmaskinur.

Samanlagt er hetta ein stór íløga, og tí er virksemið hjá felagnum í løtuni, mest at savna inn pening. Felagið hevur gjørt sponsoravtalur við Norðoya Sparikassa og við Statoil, ið eru høvuðsstuðlar. Felagið skipar eisini fyri ymiskum tiltøkum.

Stórur áhugi er fyri róðrarfelagnum, sum hevur 80 limir.

Nevndin í kappróðrarfelagnum er mannað soleiðis:

Niels í Buð, formaður, tel. 452 011
Sigmar Sørensen, næstformaður
Lena í Buð, kassameistari
Martin Simonsen, skrivari
Hanus Sørensen, nevndarlimur

Anli Sivertsen, eykalimur 
Vilhelm Hansen, eykalimur

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn