Reglur

 

Skúlin á Fossánesi

Meginreglur fyri atferðarreglur skúlans
Til næmingar skúlans:

§  1.  Næmingarnir eiga at vísa fólkaligan atburð.
§  2.  Næmingarnir skulu møta rættstundis og koma og fara hampiliga.
§  3.  Eingin næmingur má uttan loyvi frá læraranum verða eftir í skúlastovuni ella á gongini.
§  4.  Eingin næmingur má í skúlatíðini fara úr skúlagarðinum uttan loyvi.
§  5.  Tað er ikki loyvt at kasta órudd frá sær á skúlans øki ella uttanfyri.
§  6.  Góðgæti og sodavatn eru ikki loyvt at hava við í skúla, undantikið føðingardagar. Tyggigummi má ikki undir nøkrum umstøðum takast við í skúla. Tað er ikki loyvt at roykja á skúlans øki.
§  7.  Næmingar eiga ikki at skriva á talvuna, uttan lærarans loyvi.
§  9.  Vandamikið spæl, sum t.d. at kasta kavabløk, er ikki loyvt.
§ 10.  Tað er ikki loyvt at súkkla á skúlaøkinum.
§ 11.  Pengar ella virðislutir eiga, alt tað ber til, ikki at verða havdir við í skúla.
§ 12.  Næmingar mugu ikki hava við sær í skúla lutir, ið kunnu skaða skúlafelagar ella nakað, ið skúlin eigur.
§ 13.  Av tí at skúlabøkur eru so dýrar, mugu børnini ikki nýta net ella plastikkposar, men skulu hava skúlatasku við føstum botni. Pappír skal vera lagt væl og virðiliga um allar skúlabøkur.
§ 14.  Amboð, sum næmingurin hevur fingið frá skúlanum, eru at rokna sum lán. Heimið hevur tí ábyrgd av, at amboðini verða væl og reinliga hildin.

Til kunningar verður sagt frá, at næmingar (foreldur teirra) kunnu fáa fíggjarliga ábyrgd av lutum, sum verða oyðilagdir ella skalaðir.

Skúlin væntar hetta av foreldrunum:
at      klæðini hjá børnunum eru merkt við navni.
at      foreldrini boða flokslærara frá um fráveruorsøk hjá næmingi ádrenn skúladagurin byrjar. Frávera longri enn 2 dagar skal fráboðast skúlaleiðaranum.
at      foreldur biðja næmingunum minst møguligt frí.
at      lagt verður børnunum eina við at fara væl um skúlan og ognir hansara sum t.d. bøkur o.a.
at      foreldur royna at fáa børnini at hava øll neyðug skúlaamboð og bøkur við.
at      foreldur tosa jaligt um skúlan, meðan børnini eru hjá.

Til kunningar verður sagt frá, at næmingar (foreldur teirra) kunnu fáa fíggjarliga ábyrgd av lutum, sum verða oyðilagdir ella skalaðir.







Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn