Skúlabólkurin Húsadalur

Hey, týsdagin 22. august byrjar forskúlin aftur í barnahúsinum Imba

Forskúlin er fyri børn, ið fara í skúla komandi summar. Í ár hava vit valt at hava forskúla

týsdag og mikudag, frá kl. 10:00 til 12:30.

Barnahúsið Imba

Hvat gera vit í forskúlanum/skúlabólkinum:

Vit eru saman sum ein bólkur av børnum, sum eru javngomul, har vit: tosa og syngja saman, spæla spøl, ið eisini eru við til at uppbyggja málførleikan og talførleikan, tann sosiala førleikan og tað kreativa.

Vit ynskja at tað skal vera hugnaligt og eitt sindur øðrvísi enn í barnagarðinum, so børnini hava spælt eitt sindur uppi á loftinum tá tey hava havt fríkorter.

Vit leggja dent á: at tað er stuttligt: at práta og lurta — at lesa og skriva

Vit leggja dent á: Samveru, spæl, gleði, fatan, og virkni

Námsfrøðiligt innihald í forskúlanum:

· Málmenning

· Talfatan

· Almenn vitan

· Sosial menning

· Kropslig menning

· Kreativitetur

· Tónleikur og rørsla

Vikuætlan skúlaárið 2017/2018

Klokkutíð

Mánadag

Týsdag

Mikudag

Hósdag

Fríggjadag

9:40 -10:00 morgunmøti morgunmøti morgunmøti morgunmøti morgunmøti
10:00 -11:00 Spæl og kreativt Málspøl, málmenning, og talfatan Málspøl, málmenning, og talfatan Spæl og kreativt Uppgávur kreativt og rørsla
11:00 -11:15 Fríkorter Fríkorter Fríkorter
11:15 -12:00 Spæl og kreativt Uppgávur, almenn vitan kreativt, lesa søgu Uppgávur, almenn vitan kreativt, lesa søgu Spæl og kreativt Náttúran og kreativt
12:00– 12:30 Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera Matpakki og hugnalig samvera
12:30-14:30 Frítt spæl og breytir Frítt spæl og breytir Frítt spæl og breytir Frítt spæl og breytir Frítt spæl og breytir
14:30-15:00 Millummáli og prát Millummáli og prát Millummáli og prát Millummáli og prát Millummáli og prát
15:00-17:00 Spæl inni og úti Spæl inni og úti Spæl inni og úti Spæl inni og úti Spæl inni og úti
Vit arbeiða eisini við árstíðunum, mentan, heimkunleika, sosialum førleikum,

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn