Kunnandi fundur fyri komandi 8. flokk
Felags kunnandi fundur fyri øll foreldur at næmingum í komandi 8. flokki, verður á Skúltrøð tann 24. apríl.
Sagnir og ævintýrTýsdagin høvdu vit vitja av Listaleypinum. Hesa ferð var tað Anfinnur Heinesen, sum saman við tónleikabólkinum "hettarher" endurgóvu søgur og ævintýr frá okkara forfedrum, m.a. Dr. Jakobsen. Pallmyndin var bygd upp av einum hugsveimandi ljóð- og ljósheimi. Tiltakið riggaði ótrúliga væl og hugtók hetta børnini. Tað var onkuntíð eitt sindur óhugnaligt og hugflogið fór rættiliga á flog. Til tíðir kendist tað, sum um vit vóru mitt í einum filmi.
Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.

Páskafrítíð
Vit møta aftur í skúla týsdagin 3. apríl kl. 8.00.
Góða páskafrítíð.
Her er ein mynd frá hósdegnum har allir næmingarnir gjørdu slikkipinnar og páskakurvar.

Týsdagin høvdu vit vitja av Listaleypinum. Hesa ferð var tað Anfinnur Heinesen, sum saman við tónleikabólkinum "hettarher" endurgóvu søgur og ævintýr frá okkara forfedrum, m.a. Dr. Jakobsen. Pallmyndin var bygd upp av einum hugsveimandi ljóð- og ljósheimi. Tiltakið riggaði ótrúliga væl og hugtók hetta børnini. Tað var onkuntíð eitt sindur óhugnaligt og hugflogið fór rættiliga á flog. Til tíðir kendist tað, sum um vit vóru mitt í einum filmi.
Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.
Páskafrítíð
Vit møta aftur í skúla týsdagin 3. apríl kl. 8.00.
Góða páskafrítíð.
Her er ein mynd frá hósdegnum har allir næmingarnir gjørdu slikkipinnar og páskakurvar.
Sangleikurin "Tarzan" í Fuglafirði 21. mars

Mikudagin 21. mars fara vit øll til Fuglafjarðar at hyggja at sangleikinum "Tarzan". Næmingarnir møta sum vanligt kl. 8. Bussur kemur eftir okkum á skúlanum kl. 8.15 og koyrir okkum til Fuglafjarðar, og koyrir okkum norður aftur eftir sangleikin. Sangleikurin byrjar kl. 9 og varðar 2 tímar. Næmingarnir fáa so frí aftaná sangleikin. Vit verða væntandi her norðuri aftur um 12 tíðina. Tó kunnu tey, ið ganga í frítíðarskúla koma aftur á skúlan og verða á skúlanum til kl. 12.35.
Svimjing mánadagin 19. mars
Mánadagin 19. mars svimur 1. 2. og 3. flokkur.

Tunnusláttur mánadagin 12. februar

Mándagin 12. februar fara vit at sláa tunnu. Vit fara eisini at finna bestu grýlurnar. Næmingarnir møta kl. 9 hendan morgunin, skúlin verður tó opin kl. 8. Aftaná vit hava sligið tunnu fara vit at fáa kakao og fransbreyð. Síðan verður atkvøtt um bestu grýlurnar. Næmingarnir fáa so frí aftaná (tað verður uml. 11.30), tó kunnu tey, ið ganga í frítíðarskúla verða á skúlanum til kl. 12.35.
-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Kvæðadagur 9. februar kl. 10.30

Fríggjadagin 9. februar kl. 10.30 fara vit uppá gólv í skúlanum. Øll eru vælkomin norður á skúlan, vit vóna at fleiri kunnu koma at dansa saman við okkum, jú fleiri vit verða, jú betri gongur dansurin.
Vit hava seinastu dagarnar kvøtt hvønn morgun. Børnini hava skipað sjálvi og tey eru sera dugnalig. Í gjár høvdu vit vitjan av Silju Sivertsen, Ólavi Syderbø, Elsu Krossstein og Snæbjørg Gustavsdóttir frá Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin gekk sera væl og tað var hugaligt at síggja hvussu væl næmingarnir dugdu. Kvæðini børnini hava kvøtt hesar dagar eru: Sigmunds kvæði yngra (1-20), Stat op Sankta Simeon, Mús pá korn, Burtur á heiði, Veturin kom og Nú liggur ein kavafonn tindi á.
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Innbjóðing
Foreldrafundur fyri 4. flokk
Felags foreldrafundur fyri 4. flokkar verður á SKÚLATRØÐ (miðhøllin) mánadagin 8. januar 2018 kl. 19 – 21
Evni: Ferðast á netinum, Elin Michelsen, serkøn í sosialum miðlum leggur fyri.
Vinarliga SSP

Konfirmatión
Nú fara tey, ið skulu fermast í vár, at byrja at ganga til prest. Byrjað verður við kunningarfundi fyri foreldur og konfirmantar í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi hóskvøldið 18. januar kl. 19.00. Havið dóps- ella navnabræv við.
Vinarliga Jóannes Purkhús, sóknarprestur
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Gott nýggjár
Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 3. januar kl. 9.00. Skúlin er tó opin kl. 8
------------------------------------------------------------------------------------------------
Jólahaldið 2017
Árliga jólahaldið verður mánakvøldið 18. desember kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
-------------------------------------------------------------------------------------------------
Tunnusláttur mánadagin 12. februar
Mándagin 12. februar fara vit at sláa tunnu. Vit fara eisini at finna bestu grýlurnar. Næmingarnir møta kl. 9 hendan morgunin, skúlin verður tó opin kl. 8. Aftaná vit hava sligið tunnu fara vit at fáa kakao og fransbreyð. Síðan verður atkvøtt um bestu grýlurnar. Næmingarnir fáa so frí aftaná (tað verður uml. 11.30), tó kunnu tey, ið ganga í frítíðarskúla verða á skúlanum til kl. 12.35.
-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Kvæðadagur 9. februar kl. 10.30
Fríggjadagin 9. februar kl. 10.30 fara vit uppá gólv í skúlanum. Øll eru vælkomin norður á skúlan, vit vóna at fleiri kunnu koma at dansa saman við okkum, jú fleiri vit verða, jú betri gongur dansurin.
Vit hava seinastu dagarnar kvøtt hvønn morgun. Børnini hava skipað sjálvi og tey eru sera dugnalig. Í gjár høvdu vit vitjan av Silju Sivertsen, Ólavi Syderbø, Elsu Krossstein og Snæbjørg Gustavsdóttir frá Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin gekk sera væl og tað var hugaligt at síggja hvussu væl næmingarnir dugdu. Kvæðini børnini hava kvøtt hesar dagar eru: Sigmunds kvæði yngra (1-20), Stat op Sankta Simeon, Mús pá korn, Burtur á heiði, Veturin kom og Nú liggur ein kavafonn tindi á.
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Innbjóðing
Foreldrafundur fyri 4. flokk
Felags foreldrafundur fyri 4. flokkar verður á SKÚLATRØÐ (miðhøllin) mánadagin 8. januar 2018 kl. 19 – 21
Evni: Ferðast á netinum, Elin Michelsen, serkøn í sosialum miðlum leggur fyri.
Vinarliga SSP
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Konfirmatión
Nú fara tey, ið skulu fermast í vár, at byrja at ganga til prest. Byrjað verður við kunningarfundi fyri foreldur og konfirmantar í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi hóskvøldið 18. januar kl. 19.00. Havið dóps- ella navnabræv við.
Vinarliga Jóannes Purkhús, sóknarprestur
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Skrá fyri síðstu vikuna
Mánadagin 18. des.: kl. 08.00-12.35 Fyrireiking til jólahaldið Týsdagin 19. des. : kl. 08.00-11.20 Flokslæraradagur, rudda og hugna okkum Mikudagin 20.des.: kl. 09.00 Møta kl. 9 (skúlin er tó opin kl. 8) kl. 11.00 Fara í kirkju - Jólafrí eftir kirkjugongdina
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól

--------------------------------------------------------------------------Jólaroynd hjá 6. og 7. flokki
Mánadagin 27. nov.: kl. 08.00-09.15 Føroysk mállæra kl. 09.50-12.00 Føroyskur stílurTýsdagin 28. nov. : kl. 08.00-09.15 Rokning (teir 4 roknihættirnir) kl. 09.15-10.30 Rokning (loyvi at nýta hjálpiamboð) kl. 11.00-12.00 FyrisøgnMikudagin 29.nov.: kl. 08.00-09.15 Ensk mállæra kl. 09.50-12.00 Enskur stílur
Næmingarnir í 6. og 7. flokki eru hesar dagar jólaroyndin er, bert í skúla til sjálva royndina.
-------------------------------------------------------------------------------------------------
Kunning - Næmingar fáa frí 8. november vegna Ráðstevnu

Til allar fólkaskúlar
Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum
Mikudagin 8. nov. 2017 skipar Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum
lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum.
Næmingarnir fáa frí
ráðstevnudagin.
Blíðar heilsanir
Gundur Mortensen,
Nám og Jenny Lydersen, MMR
---------------------------------------------------------------------------------
Mín jólabók 2017
Allir næmingar hava fingið seðil heim við, um teir ynskja at halda Mín jólabók. Til ber at tilmelda seg á netinum (sí frágreiðing á seðili) ella at lata seðil og pening inn til flokslærara í seinasta lagi fríggjadagin 10.nov.
Enn er eisini møguleiki hjá næmingum at tekna STROK ella Píka7 hald. Um tey tekna seg nú fáa tey allíkavæl øll bløðini.
--------------------------------------------------------------------------------
Svimjing mánadagin 6. november
Mánadagin 6. november svimur 4. og 5. flokkur.
-------------------------------------------------------------------
Sjúkramelding
Jeanni er sjúkrameldað frá 19. oktober -19. november. Selma Høgnesen er fyri Jeanni hetta tíðarskeið, av tí at Selma ikki kann allar dagarnar, taka Poul Jacob og Jákup nakrar av tímunum eisini.--------------------------------------------------------------------
Til allar fólkaskúlar
Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum
Mikudagin 8. nov. 2017 skipar Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum.
Næmingarnir fáa frí ráðstevnudagin.
Blíðar heilsanir
Gundur Mortensen,
Nám og Jenny Lydersen, MMR
---------------------------------------------------------------------------------
Mín jólabók 2017
Allir næmingar hava fingið seðil heim við, um teir ynskja at halda Mín jólabók. Til ber at tilmelda seg á netinum (sí frágreiðing á seðili) ella at lata seðil og pening inn til flokslærara í seinasta lagi fríggjadagin 10.nov.
Enn er eisini møguleiki hjá næmingum at tekna STROK ella Píka7 hald. Um tey tekna seg nú fáa tey allíkavæl øll bløðini.
EuroClass
Týsdagin 17. oktober fáa vit vitjan av EuroClass. EuroClass er ein kristin eftirskúli í Danmark. Fleiri næmingar frá Hvannasundi og Norðdepli hava gingið á hesum skúla. Næmingarnir fara at dansa og framføra ymisk dramastykkir. Eisini fara tey at fortelja frá teimum ymsu túrunum tey hava verið á.
------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fartelefon
Vegna stórar trupulleikar af fartelefonum, verður tað frá hósdegnum 5. oktober ikki loyvt at hava fartelefon við í skúla. Um tað er átrokandi at næmingar mugu hava fartelefonina við, skal hon avleverast á lærarastovuni um morgunin kl. 8 og skal so avheintast tá ið skúladagurin er liðugur.
Píka7 og Strok
Í ár er tað soleiðis, at tað eru tvey føroysk barnabløð, sum allir skúlanæmingar kunnu halda. Blaðið Píka7 og Strok. Píka7 er mest ætla til børn frá 0.-2 flokk og Strok til børn frá 3. flokki og uppeftir. Tó er tað bara vegleiðandi.
Til ber at tekna seg til bløðini inn á heimasíðunum, sum eru upplýstar á tilmeldingararkinum, sum næmingarnir hava fingið við heim. Til ber eisini at hava pengar við til flokslæraran.
Í nøkur ár hevur skúlin rindað ein part av haldinum hjá næmingunum, men soleiðis verður tíverri ikki í ár. Kostnaður, systkinaavsláttur o.a. stendur alt inni á heimasíðunum píkasjey.fo og strok.fo.
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Vitjan av skúlatannlæknanum
Vit hava í dag havt vitjan av tannrøktarum frá skúlatannlæknanum. 1. - 3. flokkur fekk undirvísing í heilsugóðum kosti og tannrøkt. 4. - 7.flokkur fekk undirvísing í heilsugóðum kosti og tannbusting (øll fingu "innfarva" tennirnar og skuldu so busta tennirnar aftaná).
--------------------------------------------------------------------------------
Musikskúlin
Musikskúlin byrjar hósdagin 31. august. Tað er Petur Martin, ið kemur at undirvísa í klaver. Næmingarnir fáa eitt tilmeldinarskjal við heim, har til ber at teknað seg. Aftur í ár verður tað so at tað verður møguleiki til at hava eina royndartíð í 4 vikur.
---------------------------------------------------------------------------------
Svimjing
Svimjingin byrjar aftur mánadagin 4. september. Tað eru 6.og 7. flokkur, ið svimur fyrst. Øll holdini svimja 4 ferðir hvør áðrenn jól.
---------------------------------------------------------------------------------
Fráboðan um fráveru