Skúlin

Skúlin hjá Hvannasunds kommunu liggur nakað burtur frá húsum í tí sera vakra umhvørvinum á Fossánesi norðan fyri byrgingina Borðoyarmegin.
Hann varð tikin í nýtslu í november 1983, og var, tá hann varð bygdur, ein sera vælútgjørdur og framkomin skúli. 
Skúlin er útgjørdur við stovum til smíð, alisfrøði, køk og bókasavn, men av tí at barnatalið í kommununi er økt nógv seinnu árini, verða allar stovurnar í løtuni eisini brúktar til aðra undirvísing.
Umframt stovurnar hevur skúlin eisini eina góða fimleikarhøll.

Í 2007 var farið undir at útbyggja skúlan og hetta arbeiði var liðugt í 2009, har eru nú 4 vanligar stovur við øllum nýmótans hentleikum og 2 serstovur, í kjallararnum er ein smíðstova og alis-og evnafrøði, vatrúm og goymsla.

Á sumri 2002 varð fótbóltsvøllur lagdur við skúlan. Til støddar er hann sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og FSF hevur góðkent vøllin at brúka til kapping millum tey yngru.
48 ganga  børn í skúlanum á Fossánesi, og tað ber í sær, at skúlin er fýraflokkaður. Hetta merkir, at seks flokkar eru lagdir saman, tveir og tveir, meðan tann ein er fyri seg. Skúlaárið 2013-2014 eru  1. og 2. lagdir saman, 3. fyri seg 4. og 5. samana og tað eru 6. og 7. eisini.
Fimm lærarar eru við skúlan.

Kontakt

Jónleif Jóhannesen er fyrstilærari, og hann er at hitta á skúlanum á tel.  452 120/735 594 

Ætlar tú at leiga fimleikahøllina, kanst tú venda tær til Sigbjørg K. Olsen á tel. 735 892. Skalt tú leiga allan skúlan, má umsókn sendast kommununi.

 






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn