Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan fyri skúlan á Fossánesi

Trivnaðarætlan skúlans er gjørd í samstarvið millum Námsfrøðiliga ráðið og Skúlastýrið á skúlanum á Fossánesi. 

Fororð
Í okkara nútímans samfelag er neyðugt, at vísa umsorgan og fyrilit. Fyri at menna eitt gott og trygt umhvørvi fyri næmingar, starvsfólk og foreldur, er neyðugt at seta sær klár mál, hvat vit vænta av hvørjum øðrum. Soleiðis skapa vit eitt gott umhvørvi, har sum vit trívast og happing mistrívist! Tá vit í hesi ætlan nýta orðið næmingur, er talan um næmingin bæði í frálæru, fríkorteri og frítímum. Snøgt sagt alla skúlatíðina.
Úr fólkaskúlalógini grein 1: Stk. 3. Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Í skúlanum knýta vit vinabond, men vinabond kunnu eins væl verða slitin, um arging, happing, og illstøður eru gerandiskostur ella ikki verða tikin upp og steðga við tað sama! Tá skúlaskyldan er 9 ár, er tað lætt at hugsa sær, hvussu ein næmingur hevur tað, sum upplivir ágang, sum ongin tekur sær av. Hann fer aftur fakliga, hevur ilt við at hugsavna seg, og sjálsvirðið lækkar. Her á skúlanum arbeiða vit miðvíst fyri góðum trivaði fyri allar partar. Henda ætlan skal verða ein hjálp til tess at tryggja trivnaði í dagliga arbeiðinum og fyribyrgja mistrivnaði. Skal hetta eydnast, er neyðugt, at allar góðar kreftir samvirka. Trivnaður heima hevur eins stóran týdning og trivnaður í skúlanum og samfelagnum sum heild. Saman eru vit sterk!
Allir partar
Tá ið ein trivanðarætlan verður gjørd, er tað av alstórum týdningi, at allir partar kenna seg at eiga lut í henni. Hon skal greitt vísa, hvat væntað verður av næmingum, lærarum, foreldrum og starvsfólki. Skulu vit skapa trivna og forða happing, er neyðugt við greiðum mørkum og felags hugburði.

Lærarar og starvsfólk:
  • eru sjónlig vaksin
  • virða øll eins
  • kunna alsamt um skúlans virksemi
  • síggja foreldur sum tilfeingi skúlans
  • fremja gott læruumhvørvi fyri hin einstaka
  • fremja gott og friðarligt umhvørvi, till tess at tryggja arbeiðsfrið
  • hava góðar arbeiðsvanar
  • vísa virðing og krevja at verða vird
  • eru góðar fyrimyndir
  • vísa tolsemi
  • áhaldandi menna sítt fakliga støði
Foreldur og verjar:
  • syrgja fyri at barnið er úthvílt og møtir rættstundis. At barnið hevur etið morgunmat, hevur matpakka og øll skúlaamboðini við í skúla
  • stuðla barninum at gera heimaarbeiðið og í hesum sambandi dagliga vitja heimasíðu skúlans
  • taka ábygrd av tí, ið barnið ger
  • samstarva við skúlan um reglugerðir, so barnið skilur, at vit draga eina línu
  • virkin samstarva við skúlan
  • eru góðar fyrimyndir
  • vísa barninum, skúlanum og ábyrgdarfólki virðing, og krevja at verða vird
  • fylgja við, at barnið trívist og boða beinanvegin frá, um illgruni er um mistrivna
Næmingurin:
  • møtir væl fyrireikaður og stundisliga
  • vísir ymiskleika virðing
  • Fer væl við skúlans ognum
  • Sigur einum vaksnum frá um hann misstrívist ella sær misstrivna millum skúlafelagar
  • er opin fyri øðrum og vísir ongum burtur
  • er virkin í flokkinum og skúlanum sum heild
  • er blíðligur og fólkaligur
  • vandar sær um málið
fer ikki úr skúlanum áðrenn hann hevur frí ella tá tað er avtalað við lærara
  • Virðir lærarar og floksfelagar
Virðisgrundarlagið
Virðisgrundarlagið byggir á fimm súlur: fakligan førleika, tryggleika, samstarv, virðing og Hugburður/fimi

Fakligur førleiki av tí at: • fakligur førleiki gevur nógvar týðandi møguleikar í dagsins samfelag • øll børn hava rætt til og brúk fyri fakligum krøvum, hóskandi til teirra evni og áhuga • fakligur førleiki skapar gleði og økir sjálsvirðið

Tryggleiki
av tí at: • bæði børn og vaksin virka best í tryggum og jaligum umhvørvi • tað er týdningarmikið at tora at ganga nýggjar leiðir, menna síni evni og tora at stíga fram • tað er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og mennast sosialt

Samstarv
av tí at: • tað er týdningarmikið at hava álit á og at gera brúk av tí, hvør einstakur eru góður til • at samstarv er neyðugt í øllum arbeiði í skúla, í flokki og í øðrum bólkum, vit eru partur av • í dag er neyðugt at vísa tolsemi og kunna virka í ymsum høpi, bæði fakliga og socialt eins væl og í altjóða høpi

Virðing
av tí at: • øll eru ymisk og hava ymiskan tørv • tað er neyðugt at læra børn at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum • øll mugu virða skapanarverkið og tað skapta

Hugburður/fimi
Hugburður og fimi koma ikki av sær sjálvum. Vit mugu lata næmingarnar uppliva: • viðburð og kenslu av at eydnast • ávirkan • ábyrgd • at fáa rós og at rósa
Til tess er neyðugt at læra: • at handfara rós og rís • at venja evnini til empati

Fyribyrgjandi tiltøk
Fyri at skapa góðan trivna í skúlanum, er neyðugt at fyribyrgja mistrivnaði. Vit mugu hava fastar manngongdir, tá vit renna okkum í trupulleikar sum arging, happing, útihýsan og tá talan er um harðskap. Umráðandi er at hava eyguni við sær. Happing fer oftast fram, tá ongin vaksin ansar tí. Tann happaði torir heldur ikki altíð at siga frá. Tí er neyðugt, at tey vaksnu geva sær fær um tey støð, har ósæddur ber til at happa. Børnini mugu venjast at fylgja við og siga frá, tá tey eru varug við at onkur verður argaður, happaður ella illa viðfarin. Foreldur og starvsfólk skúlans mugu fylgja við og gera sítt til, at happing og annar ágangur verður steðgaður. Onki barn er eins, og kenslurnar koma fram á ymiskan hátt. Foreldrini kenna barnið best, og tí er tað ein avgjørd fortreyt, at samskiftið millum heim og skúla er gott, so at vit saman kunnu virka fyri, at skúlin er eitt gott stað hjá øllum at vera.

Trivnaðartiltøk

• reglur fyri flokkin
• virða og fara væl um tilfar skúlans, bøkur, amboð, tól o.a
• skipa fyri felags upplivingum: máltíð, túrum, evnisdøgum. o.s.fr
• spyrjutími
• innrætta høli skúlans, so tey verða hugnalig og skapa ró: hugnakrókar, lesikrókar, plantir o.a. • hava floksfundir/samling javnan
• styrkja samanhaldið við ymiskum virksemi
• øll hava rætt til at verða sædd
• trivnaðarkanningar millum børn, lærarar og foreldur
• greiðar reglur fyri samskifti
• næmingasamrøður
• kjak um trivna

 Onnur trivnaðartiltøk

• blanda aldursbólkar
• ítøkiliga at rósa ella samtala um góðar eginleikar og góð avrik
• hava næmingar við í avgerðum
• viðurkenning
• lata næmingar stíga fram/framføra

“Virðing fyri øllum”
Átak at steðga tí óhepna – og vánaliga atburði, summir næmingar sýna.
Vísandi til rundskriv um arbeiðsnáðir og gott skil í fólkaskúlanum, vilja vit ikki góðtaka vánaligan atburð. Sí ( http://www.logir.fo/Kunngerd/68-fra-09-06-2010-um-reglur-at-fremja-gott-skil-og-umsjon-vid-naemingunum- i )
Tað snýr seg serliga um: • at tosa ljótt og niðrandi við aðrar næmingar og/ella starvsfólk • at fara illa við innbúgvi ella skaða bygning • at vera hóttandi • at hava harðliga atferð • at hava aðra niðrandi atferð so sum at útihýsa næmingum og at goyma klæðir • at tilvita órógva frálæruna • at fara úr skúlanum uttan avtala er gjørd um hetta
Um omanfyri nevndur atburður kemur fyri, verður niðan fyri standandi átak sett í verk.

Átak :
Eitt bræv verður skrivað til næmingar og foreldur, sum leiðslan handar flokkunum, samstundis sum hon greiðir frá málinum, orsøk og avleiðing. Hetta átak er í 4 stigum, sum síggjast niðanfyri.

1.
stig: Allir næmingar fáa hetta skriv. Reglur, og tað vit vænta av næmingunum, verður hongt upp á sjónligum stað í flokkinum, og flokslærarin tosar javnan við flokkin um atferð.

2. stig
:Vísir næmingur omanfyri nevnda atburð, verður ringt heim. Hjálpir hetta ikki, verður farið til 3. stig.

3. stig
:Næmingurin verður vístur til leiðslu skúlans, ið tekur støðu til málið. Um barnið verður sent til hús fáa foreldrini um telefon at vita, hví so er. Eru foreldrini ikki at hitta, fær næmingurin forprentað skriv, har tað stutt verður sagt frá, hví næmingurin er sendur heim. Næmingurin fær boð um at verða heima, til fundur hevur verið millum lærarar, foreldur, leiðslu og møguliga onnur.Gongur næmingur í 1. - 2. flokki verða foreldur ella avvarðandi at koma eftir næminginum á skúlanum.

4. stig
:Fundurin verður hildin í skúlanum, og tað, sum hent er, verður nágreiniliga lýst. Foreldur og næmingur mugu klárt siga frá, at ein bati má til, og saman finna partarnir fram til, hvussu sleppast kann undan, at slíkt hendir aftur. Avtalan verður undirskrivað av øllum pørtum.


Vegna skúlan á Fossánesi


Skúlastýrið mai. 2015 & Námsfrøðiliga Ráðið mai 2015






 


Ovast





Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn