Um barnahúsið Imba

Imba liggur í náttúrøkið, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll 


  



Tað eru sera góðar umstøður inni á stovninum, Eindirnar, ið eru 4 í tali eru stórar og 

ljósar, við einum stórum bólkarúmið, við te køki, hurð út í garðin og tveimum smærri 

bólkarúmum, har eitt verður brúkt til verkstað. Eisini er deilig gongd við garderopum, 

goymslurúmi, og wc við skiftiborði. Vátrúm við wc, er á veg út í garðin. Stovnurin hevur 

eisini stórt felagsrúm, samtalurúm, vognarúm, vaskirím, gesta wc, og starvsfólkarúm.


Garðurin er væl útgjørdur við góðum asfalt áløgdum túni, so børnini fáa súkkla, 

koyrt bil, spælt bólt, krita paradís og onnur kritspøl og spælt kurvabólt og onnur 

bóltspøl.

 


Norðanfyri stovnin hava vit reiggjur, stóran stein, kurvabólt stativ, og fótbóltsmál. 

Sunnanfyri stovnin er goymslurúm til útileikur, sandkassi, skreiðibani, reiggir, borð 

og bonkur. Omanfyri stovnin er, goymslurúm til útileikir, bátsandkassi, 

borð við bonki, reiggir, skreiðibani, danda, bóltarút stativir, dekk at ganga á, trappur 

og gøta niðan á okkara grøna økið við lítlari á og mold, eplaveltu, mótbrekku og 

stórum steini. Niðanfyri stovnin kunnu vit eisini krita, byggja hyttur, við teppum, sita 

við úti borði og spæla bólt.


BarnahúsiðIMBA

Imba var ein megnar kvinna. Hon búði í Múla og livdi um ár 1600. Eftir hana er Imbjamørk í Múla nevnd. Á fjalli hevði Imba ódnina Imbjarók, sum eitur eftir henni. Imbjarók gongur runt Borðoynna og er ein av ovastu rókunum.

Imba hevði tveir beiggjar Jógvan og Andras. Andras er kendur fyri at hava framúr gávur at reka seyð og gera rættir. Andras í Múla skal hava gjørt fleiri av teimum bestu rættunum í Norðuroyggjum.

 

(Heimild: Jústinus S. Poulsen og J. Símun Hansen)








Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn