Ungdómshúsið Fossdalur

Hvannasund 09.05.2014

Ungdómshúsið í Barnahúsinum Imba

Endamál fyri ungdómshúsið IMBA:

· Ungdómshúsið er eitt sjálvboðið frítíðartilboð fyri ung frá 7. flokki til og við 17 ár

· Opi er Mikukvøld 19:00 til 23:00 og Leygarkvøld 20:00 til 24:00

· Í ungdómshúsinum er pláss fyri øllum ungum, ið hava aldur til tess.

· Ein reglugerð er til húsið, ið ein má halda seg til.

· Ynski er at ungdómshúsið er eitt stað har tey ungu hava tað gott og trygt, og foreldur kenna seg trygg við, at teirra barn kemur í ungdómshúsið

· Ynski er, at atmosferan í húsinum er góð og jalig

· Ynski er at tey ungu mennast og styrkjast av at koma í IMBA

· Við ymiskleikanum hjá teim vaksnu, ið varða av ungdómskvøldunum ynskja vit, at øll, ið koma í IMBA, fáa nakrar mennandi og hugnaligar løtur saman.


Reglugerð fyri ungdómshúsið IMBA:

Í ungdómshúsinum IMBA:

· fara vit væl um hvønn annan og taka okkum væl av hvørjum øðrum

· tosa vit pent við hvønn annan

· tosa vit virðiliga og pent um hvønn annan

· happa vit ikki

· vísa, vit at øll menniskju hava stórt virði

· hava vit álítandi vaksin, ið tey ungu kunnu koma til við øllum

· læra vit av, at øll ikki eru eins

· læra vit, at øll menniskju duga til okkurt og hava ymiskar førleikar

· hava øll, ið koma inn á økið,ábyrgd fyri at fara væl um uttandura økið

· hava øll, ið koma inn í IMBA ábyrgd fyri at fara væl um húsið og ognirnar í húsinum

· taka vit væl upp eftir okkum

· ganga vit inni í inniskóm ella hosum

· vit roykja slettis ikki á økinum hjá Imba (brot á hesa reglu ger, at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)

· einki alkohol kann nýtast á økinum hjá Imba (brot á hesa reglu, ger at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)

· eingi rúsevnir kunnu nýtast á økinum hjá IMBA(brot á hesa reglu, ger at tú ikki kanst koma í IMBA í eina viku)

· súkklur , prutl, skutarar og knallertir, kunnu als ikki koma inn um hegnið í IMBA

· súkklur, prutl, skutarar og knallertir, eiga ikki at koyra á grúsvegnum í økinum ímillum skúlan, Imba og Múlavegin

· mugu mynda, ljóð og film upptøkur,verða í samráð við tey vaksnu og ikki til skaða fyri nakran








Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Týsdag kl: 9-14
Mikudag kl: 9-14
Hósdag kl: 9-14

Telefon nr:452007/ 735899
t-post:hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn