Áhugaverdur og læruríkur marsmánaður

Hvannasunds kommuna skipaði hvønn leygardag í marsmánaði fyri fyrilestrum í Café Old School í Hvannasundi. Áhugin fyri fyrilestrunum var stórur, og fólk í øllum aldri komu at lurta.

Evnini vóru fjølbroytt, har møguleiki var at hoyra um fuglar, havaarbeiði, um at hava eina góða sjálvsmynd og um at hava góð hugskot og hvussu hesi kunnu gerast til veruleika.

Trivnaðarnevndin takkar borgarum í Hvannasunds kommunu fyri góða undirtøku og kann siga frá, at næstu tiltøkini verða í útivikuni, ið verður í døgunum 25.-28. mai. Nærri kunning um útivikuna kemur skjótt.

 

Trivnaðarnevndin

Onnur tíðindi