Barnahúsið Imba heldur áfram við, at vera stongt, til og við 19. apríl 2020

Barnahúsið Imba heldur áfram við, at vera stongt, til og við 19. apríl 2020

Tilráðingin frá mynduleikunum er, at dagstovnarnir, framvegis eru stongdir. Barnahúsið Imba er av hesi orsøk eisini  stongt, til og við 19. apríl 2020.
Um tað av serligum orsøkum er neyðugt  við ansing, skulu foreldur/verjar venda sær til leiðaran á stovninum, telefon 735891. Heitt verður á foreldur/verjar um einans at gera brúk av hesum møguleika, um eingin onnur loysn er.
Vinarliga
Ingrið Fuglø
Leiðari í barnahúsinum Imba

Aðrar tilvísingar