Broytingar í innsavningini eftir hvítusunnu – IRF

Í komandi viku er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag.

Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir hvítusunnu og ikki fríggjadag.

Undantøk:

Innsavningin av húsarhaldsposum í Syðrugøtu, Norðragøtu, við Gøtugjógv, í Runavík, Saltangará, á Glyvrum, Skála, Innan Glyvur og á Strondum, verður ikki forskotin ein dag, og posarnir verða tí heintaðir mikudagin 26. mai, sum vanligt er.

Húsarhaldsposarnir í Klaksvík, Kunoy, Haraldssundi og Ánunum verða heintaðir hósdagin 27. mai, sum vanligt er.

Á Nesi, Toftum og Saltnesi verða húsarhaldsposarnir vanliga heintaðir týsdag, men í komandi viku verða teir heintaðir hósdagin 27. mai í staðin.

Á Sandoynni verður innsavningin sum vanligt og ikki forskotin ein dag.

Onnur tíðindi