Fráboðan um verkfall at byrja 14. juni 2021


Pedagogfelagið lýsir verkfall fyri sínar limir frá mánadegnum 14. juni 2021.
Verkfallið er fyri alt námsfrøðiliga sáttmálaøkið. Hetta merkir, at allir limir felagsins frá mánadegnum at rokna, fara í verkfall. Hetta eru limir, sum m.a. starvast á kommunalum dagstovnum, frítíðarskúlum, ungdómshúsum, stovnum og fyriskipanum undir Almannaverkinum, forskúlum, frískúlum, fólkaskúlum og sjálvsognarstovnum.

Kunni tykkum á fjølmilunum, hvussu alt fer fram.

Vinarliga
Ingrið Fuglø
leiðari í Barnahúsinum Imba

 

Aðrar tilvísingar