Trivnaðarnevndin vil hervið takka øllum teimum, sum sendu inn hugskot til trivnaðartiltøk 2021. Hugskotini vóru mong og vit fegnast um at fleiri teirra longu gerast veruleiki í ár, meðan onnur mugu bíða.
Vit kunnu avdúka, at fyrstu tiltøkini verða nú í marsmánað, og at vit koma at gera nógv burturúr útivikuni, sum verður síðst í maimánað. Annars verða tað onnur smærri tiltøk, so tit kunnu bara gleða tykkum.
Fyrsta trivnaðartiltak
Hvørt leygarkvøld í mars verða fyrilestrar hildnir í café Old School í Hvannasundi. Ætlanin er, at fyrilestrarnir byrja kl. 19 og verða lidnir kl. 21, tá er ein kaffisteðgur íroknaður.
Skráin sær soleiðis út:
6. mars: Fuglar í føroyum
Fyrilestur við Silas Olofson
13.mars: Húsið liðugt, men hvat við restini?
Urtagarðsfyrilestur við Heðin Askham
20. mars: Sjálvsmyndin – hvør eri eg og hvør ert tú?
Fyrilestur við Sigrun Heldarskarð
27. mars: Frá hugskoti til veruleika
Fyrilestur við Óla Marnar Christiansen
Fyrilestrarnir eru ætlaðir borgarum í Hvannasunds kommunu og eru ókeypis. Tað er avmarkað pláss og tískil er neyðugt við tilmelding.
Tú teknar teg til ein fyrilestur við at:
-
– Trýsta á her
-
– Fylla teigarnar út
-
– Send
Um tú av onkrari orsøk ikki fært tekna teg til ein fyrilestur gjøgnum linkið, kanst tú seta teg samband við kommunuskrivstovuna mána-, miku- ella hósdag kl. 10-14
Freistin at tekna seg er hvønn hósdag áðrenn leygardagin, sum fyrilesturin verður hildin, kl. 12 (Dømi: freistin til fyrilesturin hjá Silas er hósdagin 4. mars kl. 12)
Við vón um góða undirtøku
Trivnaðarnevndin