Fyrilestrar í mars 2021

 

Trivnaðarnevndin vil hervið takka øllum teimum, sum sendu inn hugskot til trivnaðartiltøk 2021. Hugskotini vóru mong og vit fegnast um at fleiri teirra longu gerast veruleiki í ár, meðan onnur mugu bíða.
Vit kunnu avdúka, at fyrstu tiltøkini verða nú í marsmánað, og at vit koma at gera nógv burturúr útivikuni, sum verður síðst í maimánað. Annars verða tað onnur smærri tiltøk, so tit kunnu bara gleða tykkum.

Fyrsta trivnaðartiltak

Hvørt leygarkvøld í mars verða fyrilestrar hildnir í café Old School í Hvannasundi. Ætlanin er, at fyrilestrarnir byrja kl. 19 og verða lidnir kl. 21, tá er ein kaffisteðgur íroknaður.

Skráin sær soleiðis út:

  6. mars: Fuglar í føroyum

Fyrilestur við Silas Olofson

 13.mars: Húsið liðugt, men hvat við restini?

Urtagarðsfyrilestur við Heðin Askham

  20. mars: Sjálvsmyndin – hvør eri eg og hvør ert tú?

Fyrilestur við Sigrun Heldarskarð

  27. mars: Frá hugskoti til veruleika

Fyrilestur við Óla Marnar Christiansen

Fyrilestrarnir eru ætlaðir borgarum í Hvannasunds kommunu og eru ókeypis. Tað er avmarkað pláss og tískil er neyðugt við tilmelding.
Tú teknar teg til ein fyrilestur við at:

 

Um tú av onkrari orsøk ikki fært tekna teg til ein fyrilestur gjøgnum linkið, kanst tú seta teg samband við kommunuskrivstovuna mána-, miku- ella hósdag kl. 10-14

Freistin at tekna seg er hvønn hósdag áðrenn leygardagin, sum fyrilesturin verður hildin, kl. 12  (Dømi: freistin til fyrilesturin hjá Silas er hósdagin 4. mars kl. 12)

Við vón um góða undirtøku

 

Trivnaðarnevndin

 

 

 

Onnur tíðindi