Góðu foreldur

Góðu foreldur!

Sum tit helst hava frætt, eru skúlarnir stongdir fram til páska. Komandi tvær vikurnar halda vit tí fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á heimasetningunum hjá einstøku flokkunum.

Nú tá øll undirvísingin verður skipað sum heimaundirvísing, liggur øll arbeiðsuppgávan sjálvandi eisini heima. Summi tykkara hava góða tíð og umstøður annars at hjálpa tykkara børnum við heimaarbeiði, meðan tað hjá øðrum ikki er so. Eisini er ymiskt, hvussu sjálvstøðugt næmingarnir megna at arbeiða.

Okkara ætlan er ikki, at heimaarbeiðið skal tyngja gerandisdagin hjá tykkum óneyðugt, men tað hevur týdning at halda næmingunum til og hava eitt ávíst reglusemi í skúlaarbeiðinum, nú skúlin er stongdur.

Umframt heimasetningin er eisini ymiskt viðkomandi tilfar at finna á snar.fo. Har finna tit fjølbroytt tilfar til ymisku aldursbólkarnar og lærugreinarnar.

Vónandi koma vit skjótt ígjøgnum hesar serligu dagar, so vit kunnu byrja regluliga skúlagongd aftur. Vegna skúlan vil eg senda tykkum bestu heilsur!

Vinaliga

Myrna Lind Jacobsen, skúlaleiðari

Aðrar tilvísingar