Grundstykkir til sølu í Hvannasundi

Hvannasunds kommuna hevur tvey grundstykkir til sølu í Hvannasundi, tey eru matr. nr. 93h og matr. nr. 93i.

Prísurin fyri grundstykki er kr. 69,- fermeturin.

93h er 654 fermetrar. Prísurin er kr. 45.126,-

93i er 617 fermetrar.  Prísurin er kr. 42.573,-

Bæði grundstykkini liggja við blindan veg og í náttúruvakrum umhvørvi.

Hvannasunds kommuna hevur ein barnagarð, sum eitur Barnahúsið Imba, har er: vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Tað er frí barnaansing. 

Skúli er eisini í kommununi, skúlin á Fossánesi. Har ganga børnini frá 1. til 7. flokk. 

 

 

 

 

Onnur tíðindi