
Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.
Soleiðis skilir tú burturkastið um høgtíðina:
Hvíti posi: Gávupappír, papp og bleytt plast.
Bleyta plastið samlar tú saman í ein kláran posa og leggur hann í hvíta posan.
Grái posi: Gávubond, gávuinnpakking úr foliu, flamingo, matleivdir o.a.
Reyði posi: Ljósperur, battarí, elektronisk tól og annað serliga dálkandi burturkast.
Endurnýtsluplássið: Fýrverk, glas, jarn og metal.