Hundaeigarar

Ein flokkur á Fossánesi hevur vent sær til kommunuskrivstovuna um ymisk viðurskifti – m.a. um hundalortar. Tey vísa á, at ofta liggja hundalortar ymsastaðni og sløðast, har fólk ganga og børn spæla – eisini á vøllinum  á Fossánesi.
Kommunan heitir við hesum á hundaeigarar at taka upp eftir hundunum. Tað er ikki í lagi, at hundalortar liggja og sløðast ymsastaðni – og als ikki, har børn skulu spæla.

Onnur tíðindi