Hvannasunds bygdaráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2020.

Bygdaráðið í Hvannasunds Kommunu samtykti mánakvøldi 25. november endaliga fíggjarætlanina fyri 2020.

Samlaðu inntøkurnar fyri 2020 eru mettar at vera umleið 21 mio kr, írokna skatt av eftirlønarinngjøldum og flyting frá landinum vegna DIS, FAS og frádráttir. Rakstrarútreiðslurnar verða 15,82 mio, harav fara 4,85 mió til eldraøkið.

Settar eru 5,2 mio kr av til íløgur – m.a. til spælipláss, nýggja hitaskipan til skúlan á Fossanesi, og liðugtgerð av spillivatnsskipan.

Skattaprosentið verður óbroytt 19,75 og barnafrádrátturin 7.000 kr.

Frá 01.01.2020 verður tað ókeypis fyri børn millum 0 og 18 ár, sum búgva í kommununi, at læna høllina í Skúlanum á Fossanesi. Harumframt stuðlar kommunan børnum millum 0 og 18 ár við upp til 2000 kr,- til frítíðarvirksemi, sum er í kommununi.

Onnur tíðindi