Hvannasunds bygdaráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2021.

Bygdaráðið í Hvannasunds Kommunu hevur samtykti fíggjarætlanina fyri 2021.

Samlaðu inntøkurnar fyri 2021  eru mettar at vera umleið 20 mio kr, írokna skatt av eftirlønarinngjøldum og flyting frá landinum vegna DIS, FAS og frádráttir. Rakstrarútreiðslurnar verða 17,38 mio, harav fara 5,23 mió til eldraøkið.

Settar eru 4,45 mio kr av til íløgur – m.a. til liðugtger av spæliplássunum, viðlíkahald av bygningum og vegum. Eisini eru 500.000 kr settar av til at gera norðaru síðu av kirkjugarðinum liðugan. Æltanin er eisini at fara undir at gera útstykking í Hvannasundi.

Skattaprosentið verður óbroytt 19,75 og barnafrádrátturin 7.000 kr.

 

Onnur tíðindi