Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur í kvøld samtykt at ganga umbøn frá Irdi Jacobsen, borgarstjóra, um at verða loyst úr starvinum, á møti.
Samstundis hevur bygdaráðið samtykt, at Ingrid Petersen verður borgarstjóri tað sum eftir er av valskeiðnum.
Ingrid er 46 ára gomul og búsitandi í Norðdepli. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í útbúgving og læring.
Hon tekur við starvinum 1 aug. 2019