Hvannasunds kommuna keypt nýggjan lastbil

Hvannasunds kommuna hevur nú fingið lastbilin, sum bleiv bílagdur fyrr í ár. Leveringin er blivin nakað seinka vegna corona.

Lastbilurin er av merkinum MAN TGE, og er keyptur frá Kjartan Simonsen í Klaksvík. Kranin er ein PK 3400 Performance, og er frá KJ Hydraulik. Umframt lastbilin, hevur kommunan keypt ein viðheftisvogn, sum skal betra um umstøðurnar og trygdina hjá umsjónarmonnunum, í samband við flutning av maskinum.

Fyrr í ár, segði Landsverk upp avtaluna um salting av kommunalu vegunum hjá Hvannasunds kommunu. Kommunan hevur tí,  í samband við keypi av lastbilinum, eisini keypt eina saltbússu til salting av høvuðsvegunum í kommununi.

Onnur tíðindi