Hvannasunds kommuna við í átakinum Rudda Føroyar

Hvannasunds kommuna hevði sín árliga ruddingardag í mai mánaði, men vilja vit eisini at stuðla teim borgarum, sum ynskja at luttaka í átakinum Rudda Føroyar.

Føroyar eru í ár við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama – at fáa einar ruskleysar Føroyar – verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð. Rudda verður ikki bara í ein dag, men í eina viku, frá 12.-19. september, og orsakað av koronu rudda vit saman, men hvør sær.

Soleiðis luttekur tú:
1. Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september.
2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti her:  https://ruddaforoyar.fo/skraset-innsamling

Tey sum ynskja at rudda, kunnu heinta rusksekkir á kommunuskrivstovuni mánadag, mikudag og hósdag millum kl 10 – 14.

Rusksekkir kunnu latast á ruskplássið mikukvøld millum kl 19 -21 og leygardag milum kl 13 – 15.

Onnur tíðindi