Kunngerð í samband við løgtingsvalið 31. august 2019

                                                        KUNNGERÐ

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til lógtingsvalið

Leygardagin 31. August 2019

í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 30. august 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 452007 ella á tlf. 752101

Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00, tann 31. august 2019

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 452007 ella á tlf. 752101.

Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til kl. 14.00

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og verða tey send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Minnist til at hava valkortið við á val.

Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 22. august 2019.

Súsanna K. Christiansen, formaður

 

Onnur tíðindi