Innsavningin av skrell nógv órógvað hesa vikuna

Ólag hevur verið á innsavningini í meginøkinum alla vikuna vegna veður.

Innsavningin verður tikin uppaftur í dag, hósdagin 9. januar, og fríggjadagin, 10. januar.

Roynt verður at innsavna ymsastaðni runt í meginøkinum, alt eftir hvussu tað viðrar.

Vegna veður vilja vit enn staðiliga heita á fólk, sum ikki hava ruskstativ, ikki at seta ruskposan út.

Onnur tíðindi